Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andras Brixen til NSÍ

Jákup Ósá

21 ára gamli miðverjin venur við NSÍ í kvøld.

Heðin Askham, venjari hjá NSÍ, váttar fyri Norðlýsinum, at Andras Brixen verður partur av NSÍ venjingini í kvøld. Hann fær einki sagt um, um leikarin fer at gera sáttmála ella ikki. So leingi sum einki er undirskrivað, so er einki vist, sigur Heðin Askham.

Tað kann møguliga fatast sum, at tað er sannlíkt, at Andras Brixen fer at gera sáttmála við NSÍ. Andras hevur fleiri ferðir verið partur av U-landsliðum hjá Føroyum, men hevur seinastu árini spælt í Danmark, har hann hevur gingið í skúla.