Miðverjin váttar fyri Norðlýsinum, at hann spælir við NSÍ í seinnu hálvu.
21 ára gamli miðverjin var partur av føroyska U21 landsliðinum í vetur. Hann misti plássið í hópinum, tí hann ikki leikti nóg regluliga niðri í Danmark. Nú er hann fluttur uppaftur til Føroyar og skal leika við NSÍ í seinnu hálvu, váttar hann fyri Norðlýsinum. Hann hevur seinastu vikuna royndarvant í Runavík. Eisini hevur hann vant við B36 í summar.
NSÍ liggur í løtuni á 5. plássi í Effodeildini við 20 stigum.




