Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Andras: – Hjarnar tóku altjóða pallin

Jóhann Lützen

Okkara heilt egni Andras Sólstein fer at siga okkum søguna um rock- og poppbólkin Hjarnar í Løkshøll leygarkvøldi.

Andras Sólstein kenna tey flestu frá útvarpssendingini Altso, samstundis sum hann eisini hevur roynt seg sum rithøvund. Og í báðum førum merkja vit tað skemtingarsama lyndi og at Andras er væl fyrireikaður. Hesir eginleikar hava eisini merkt rock fyrilestrarnar, sum Andras hevur hildið um eitt nú John Lennon og Bon Jovi.

Og Andras verður eisini á palli leygarkvøldið, har hann – í orðum og myndum, fer at siga okkum søguna um rock- og poppbólkin Hjarnar.

Sí samrøðuna við Andras Sólstein niðanfyri. 

 

Andras Sólstein um Hjarnar from Norðlýsið on Vimeo.

 

Til ber at keypa atgongumerki her.