Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andras Róin váttar at uml. 10% av starvsfólkunum verða uppsøgd

Oliver Joensen

Eg fáið ikki sagt tykkum neyvt hvar uppsagnirnar raka, tí fólkini hava ikki fingið boð enn.

30 uppsagnir er ógvusligt, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, men minkingarnar í høvuðsvinnuni hjá Føroya Tele, fastnet og mobil, sum sóust í seinasta roknskapi hjá felagnum halda fram í ár og tí er neyðugt at binda um heilan fingur og lagað seg eftir tíðini.
Harafturat standa vit á gáttini til at flyta inn í nýggja bygningin hjá okkum í Havn, og tá vit frammanundan hava húsast á 7 ymiskum adressum í Havnini, hevur hetta sjálvsagt eisini eina rationalisering við sær sum ger at vit hava brúk fyri færri fólkum.
Uppá fyrispurning okkara um hvussu nógv fólk verða uppsøgd í Klaksvík, sigur Andras Róin, at tað fær hann onki sagt um enn av omanfyrinevndu orsøk, men hinvegin váttar hann at uppsagnirnar raka breitt.
Orsøkin til at vit ikki enn hava boðað fólkunum frá uppsøgnunum er, at vit bíða eftir Starvsmannafelagnum, ið vil hava tíð at viðgerða støðuna, sigur stjórin í Føroya Tele, Andras Róin við Norðlýsið.