Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andras Sólstein.: Torradagar í Klaksvík

Norðlýsið

Í samband við at torradagar verða hildnir í Klaksvík, og nógv skal verða gjørt burturúr, ætlaði eg at nema við eitthvørt í samband við torra og torrafisk.

Eitt tað fyrsta skrivliga vit hava í Føroyum um torra og torrafisk er í Indberetninger fra en reise i Færøe 1781 og 1782 av Jens Christian Svabo. Hann sigur, at fiskimið høvdu ofta navn eftir árstíðini, har fiskurin uppiheldur seg, ella eftir frástøðuni úr landi t.d. Heystmið, Vetrarmið, torramið, havmið og annað. Hann heldur áfram og sigur, at torrafiskur og várfiskur bleiv kruvdur, ryggurin tikin úr og hongdur eftir stertinum á eitt træ ella eina ás í hjallinum og turkaður, og hetta skuldi vera av besta mati.

Torrafiskur varð fiskaður síðst í januar út í endan av februar, onkuntíð longur. Gamalt var eisini at roknað torratíðina frá Pálsmessu 25. januar til Leypársmessu 24. februar. Torrafiskurin er stórur og feitur, hóast hann sjáldan kemur í størri nøgdum. Hann er hin besti til turran fisk. Livurin er góð, men hann er ikki øll ár eins stórur, men er vanliga feitur. Várfiskurin kemur inn á grunnarnar at gýta. Hann var vanliga ikki so feitur sum torrafiskurin, ella hin, ið sat á miðunum.

Otto Joensen greiðir í bókini Søgusmettan frá einum frásøgumaðumanni úr Gøtu, ið var føddur í 1897. Hann segði, at tað var gamalt, at tað varð róð suðureftir til Kempudagarnar, sum skuldu vera um 20. februar. Síðani varð farið at rógva norð á hav.

Á Høvdanum hjá fugloyingum, ið er góður torragrunnur, er torrafiskurin okkurt ár komin um hálvan januar. Her suðuri á okkara leiðum hava vit neyvan fingið hann fyrr enn á kyndilsmessu.

Torrafisk roknaðu teir gomlu at standa bæði á bleytum og hørðum botni, ella upp undir harðan botn.

Í bókini Sær er siður á landi skrivar Rasmus Rasmussen um torratíðina. Hann sigur, at tey góðu fiskiárini var einki sundurslit í millum torrafiskin og várfiskin. Tá ið kyndilsmessudagurin var farin, fóru bátarnir at royna torragrunnarnar. Teir gomlu vildu verða við, at torrafiskurin helt seg almikið eftir náttarsólini (t.e. eftir mánanum). Tendraðist torrasólin tíðliga í februar mánaði, skuldi torrafiskurin fara at bragda um kyndilsmessu, men tendraði hon seint í mánaðinum, skuldi hann fara at bragda seinni og halda longur á. Torrafiskurin var óføra góður at ráskera og turka.

Torrarognini vóru væl umtókt til matna og hildin at vera treystur matur. Tey vóru tilgjørd ymiskt, kókað rogn við livur afturvið var ein leskiligur rættur. Summi gjørdu rognini til knettir og lótu tálg útí eins og fiskaknettir og kókaðu tey síðani. Onnur gjørdu rognakøku við livur ella tálg innaní og kókaðu hana, ella bakaðu hana úti á glóðunum eins og annan drýl. Eisini varð brúkt at lata nakað av rognum út í deiggið, tá tey bakaðu vanligan drýl; men tað varð ikki væl umtókt av øllum, tí tann drýlurin varð so harður og berkin, at hann var ringur at fáa niður.

Tað sæst, at torratíðin hevur fingið menn á grunnarnar, men at tað hevur verið nøkur serstøk hátíð, sum hevur verið hildin, er trupult at fáa eygað á í keldutilfarinum.

Í bókini Høgtíðir og veitsluhald á vetri hjá fróðarmanninum Robert Joensen, er torratíðin ikki tilskilað sum serstakt hátíðarhald. Heldur ikki Rasmus Rasmussen, Svabo ella aðrir hava torratíðina sum veitsluhald.

Aðramátar vóru fleiri veitslur og hátíðarhald um hesa tíðina. Robert Joensen skrivar, at eftir nýggjár vóru tað mest trettanda (6. januar), kyndilsmessa (2. februar) og føstan, sum bleiv hildið. Hetta var soleiðis í Norðoyggjum eftir 1900. Mishalgidagarnir høvdu verið fleiri fyrr í tíðini, t.d. Pálsmessa 25. januar, kongadagur 11. februar og leypársmessa 24. februar.

Men eisini aðrar veitslur blivu lagdar í tíðini millum nýggjár og føstu, eitt av hesum var doktaragildið. Hesi gildi vórðu gjørd fyri teimum monnum í bygdini, sum høvdu róð eftir lækna, tá ið onkur trongdi læknahjálp.

Bátsgildi hava menn hildið her á landi í langa tíð.

Robert Joensen skrivar, at hann, ið átti útróðrarbát, gjørdi bátsgildi fyri allari bátsskipanini. Bátsgildini vóru ikki allastaðni hildin sama dag ella somu tíð. Eitt nú vórðu bátsgildini í Vágum hildin annan jóladag, í Sandoynni frá jólum og úteftir og somuleiðis í Svínoy. Tá gamal maður úr aðrari bygd einaferð bleiv spurdur, nær bátsgildini vórðu hildin, segði hann seg ikki minnast dagin, men teksturin tann dagin var altíð Brúdleypið í Kána, og í Brockmans lestrarbók frá 1600- talinum, sæst, at hesin teksturin var nýttur 2. sunnudag eftir trettandu. Ein heimildarmaður sigur, at í Rituvík hildu teir bátsgildi fyrsta sunnudag eftir nýggjár. Samanumtikið kann sigast, at bátsgildini vóru hildin millum jól og føstu.

Vanliga kom bátsskipanin í gildishúsið, tá fólk komu úr kirkju. Maturin var vanligur høgtíðsmatur, kókað kjøt og epli, søtsúpan, breyð og smør við rullupylsu. Eftir døgurða var farið at spæla kort, grevjass ella stýrvolt. Eftir nátturða var farið í dans. Úr Norðoyggjum vita vit, at her hevur døgurðin verið ræst kjøt, breyð og smør, eingi epli.

Ein heimildarmaður sigur, at eftir at hava spælt kort og etið nátturð, sum var so at siga sama slag av mati sum døgurðin, tó var kjøtpylsa, skerpikjøt, skinsakjøt og annar viðskeri komin afturat, varð farið í dans. Áðrenn farið varð, fóru hesir at gera sær brennivínspunsj, og hann, sum var stýrimaður og hevði verið víðan um heim, skipaði fyri. Hann gjørdi punsjin úr brennivíni, helst romm, og úr heitum vatni. Heimildarmaðurin sigur seg minnast, at hann helt einum svávulpinni uppi yvir punsjílatinum og tá eimurin tók við eldi, bað hann teir fáa sær, tí nú var punsjurin góður.

Soleiðis var tað tá. Og nú fáa vit at síggja, hvussu verður á torradøgunum komandi, vónandi verður tað ein góð veitsluhøgtíð, hóast tað ikki var gamalt at halda torradagar í Norðoyggjum. Hetta er helst fyrstu ferð. Spell er tað tó at leggja hesar nýggju torradagar at byrja saman við einari gamlari høgtíð, sum helst er hildin í Føroyum so leingi vit hava verið kristin, og tað er føstan og føstuhaldið.