Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andras Sólstein um Norðistovubátin 12. mars 1910 – Í annaðkvøld kl. 20 í Ósáskúlanum

Oliver Joensen

12. mars. 2015 eru 105 ár síðani Norðistovubáturin í Gerðum gekk burtur við seks monnum. Teir høvdu verið á útróðri eystur úr Skorini.

Frágreiðingarnar, eg endurgevi, eru flestar at finna í sjóforhoyrinum, ið var hildið á sýsluskrivstovuni í Klaksvík 14. mars 1910, tveir dagar eftir hendingina, og er tað sýslumaðurin T.J. Petersen, ið stendur fyri avhoyringini.

Fyrstur maður til avhoyring um hendingina, var Óli Joensen (32 ár), kallaður Óli á Eiðinum. Hann greiðir sýslumanninum frá, at hann plagar at rógva út frá Borðoyarvík við einum 6-mannafari saman við kongsbóndanum Jógvan Joensen(45 ár), soni hansara Edvard Martin Joensen (17 ár) og Peter Christian Joensen (35 ár) allir úr Gerðum, umframt Johan Lamhauge og Michael Lamhauge av Vágsheygnum. Fríggjakvøldið 11. mars uml. kl. 22.30 bleiv Óli útpurraður við útróðrarboðum av Petur Christian, sum var vøkumaður, men Óli var illa til passar og sá seg ikki føran fyri at fara til útróðrar, men bar seg undan at koma við. Eisini tveir aðrir fastir menn, Johan Lamhauge og Michael Lamhauge góvu avboð. Fríggjakvøldið 11. í mars í 1910 var annars gott veður av útnyrðingi….

Í annaðkvøld Hóskvøldið kl. 20 minnast vit Norðistovubátin og skalvalopini í Gerðum, nú 250 ár eru liðin síðani seinna skálvalopið, 270 ár síðani tað fyrra og 105 ár síðani Norðistovubáturin fórst – allar tríggjar hendingarnar neyvt sama dag á árinum, nevniliga á grækarismessu 12. mars.

Skráin verður á leið hendan:

Karl Heri Joensen, bóndi bjóðar vælkomin,

Vit byrja við at syngja Vár við líggjum vindi eftir Símin á Skarði og Jógvan Waagestein.

Andras Sólstein, heldur fyrilestur.

Eyð Matras greiðir frá leiki sínum ”Í mínum hondum”.

Takk: Karl Heri Joensen.

At enda, sangur: Boðar tú til allar tjóðir , eftir Jóannes Patursson

Aftaná verður kaffi at fáa

Tað er Alex Sólstein, ið situr við klaverið í annaðkvøld.

Øll eru hjartaliga vælkomin, tiltakið er ókeypis.

Norðoya Sparikassi stuðlar tiltakinum