Í sambandi við vitjanina hjá Klaksvíkar Hornorkestri í vinarbýinum, Odense, varð lagt upp til, at borgarstjórarnir skuldu hittust á ferðini í Odense.
Tó var borgarstjórin í Odense, Peter Rahbæk Juel burturstaddur, og var tað tí Andreas Møller, varaborgarstjóri, sum hitti Karl H. Johansen, borgarstjóra mikudagin, har hann umvegis ein túr í miðbýnum greiddi frá teimum út- og umbyggingum, ið verið hava seinnu árini í Odense.
Í grundini byrjaði ein umbygging og nógv ymiskt mentanarlig tiltøk vórðu tikin upp, tá ið H. C. Andersen hevði sín 200 ára føðingardag í 2005. Og hevur hetta hildið fram síðani.
Nú er miðbýurin allur bygdur tættur við stórum høgum bygningum, skrivstovur, íbúarblokkum og hotelum. Tað er bygt á eitt lendi, sum var ein stórur motorvegur mitt gjøgnum býin.
Her er nú lagdur ein lættbani og eitt størt parkeringspláss eg gjørt undir miðbýnum til 900 bilar. Eisini kanst tú sníkja teg gjøgnum hetta parkeringspláss til høvuðs veganetið, sum liggur uttanfyri miðbýin. So her hava bygningar í hópatali fyrsta rætt, eins og fótgangara. Ein spennandi og annarleiðis loysn við nógvum ymiskum flísa- og steinløgdum túnum, sum gera býin hugnaligan.
Eisini vóru vit inni í snotiliga Ráðhúsinum, sum liggur beint við síðina av Dómkirkjuni, har Andreas Møller varaborgarstjóri greiddi frá býráðsarbeiðnum.
Vanliga verður flaggað við Dannebrog og ukraiinska flagginum, men henda dagin var Merkið vundið á stong vegna vitjanina úr Klaksvík, og tí at konsert skuldi verða við Klaksvíkar Hornorkestri í Dómkirkjuni henda dagin.
Eisini hava teir í Odense dagført H. C. Andersens hus, sum er eitt rúgvusmikið savn við teksturm, klippum, dagbókum og søgum, eins og við tøkniligum frágreiðingum eftir H. C. Andersen.
H. C. Andersens ferðaðist nógv, og hevði hann eisini tað slagorð: “At ferðast er at liva”. Hann var á 30 uttlandsferðum frá 1831 – 1873, har summar teirra vóru rættiliga drúgvar. So hann hevði nógv at siga frá, tá ið hann kom aftur til Odense.
Stóra savnið, sum liggur miðskeiðis í býnum, varð boðið út í almenna kapping – og var tað ein japani, sum vann kappingina – Hann verður umtalaður um stjørniatkitekturin, Kengo Kuma.






























































