HB legendan tekur enn eitt tørn í Effodeildini, men ikki fyri HB.
HB legendan tekur enn eitt tørn í Effodeildini, men ikki fyri HB, tí nú verður hansara heimavøllur við Djúpumýru í Klaksvík. Andrew av Fløtum skal nevniliga spæla við KÍ restina av hesum kappingarárinum.
Fyrr í vikuni skrivaðu vit um 36 ára gamla Andrew av Fløtum, sum í HB blaðnum tosaði nógv um serliga sambandið millum HB og KÍ, har hann greiddi frá, at hetta vóru teir mest serligu dystirnir fyri seg. Les meir um tað her.
Hevur altíð droymt um at spælt við KÍ
Um hetta var at fríggja til KÍ ella um KÍ sjálvt av hesum fekk áhuga í Andrew siga søgurnar einki um, men í øllum førum hava samráðingar verið millum KÍ og Andrew seinastu dagarnar, og nú eru tær komnar á mál. Tað er serliga sambandið við Mikkjal K. Thomassen, Rógva Jacobsen og Heðin á Lakjuni, sum hevur gjørt, at tað var lætt hjá Andrew at siga ja, tá KÍ bjóðaði honum ein sáttmála.
– Eg kenni Mikkjal frá HB, har vit hava spælt saman í 90-unum. Eg haldi, at hansara ætlanir og konsept passa væl til tað, sum eg vil. Harafturat kenni eg væl álopsvenjaran hjá KÍ, Rógva Jacobsen, og eg trúgvi, at eg kann fáa nógv burturúr at fáa venjingar frá honum. Heðin á Lakjuni, sum eg spældi saman við í HB í 2004, hevur eisini bara tosað gott um KÍ og sær hetta sum eitt perfekt val fyri meg, nú tá hugurin til at sleppa at royna meg í Klaksvík bleiv so stórur. Nú er eingin loyna, at mítt hjarta hevur ligið í HB, men tað hevur tó altíð verið ein dreymur hjá mær at sloppið at spælt við KÍ, hóast eg ikki havi torað at tosa hart um tað í HB húsinum, sigur ein sera spentur Andrew av Fløtum við Norðlýsið beint eftir, at hann fyri løtu síðani hevði sett sítt navn á sáttmálan við KÍ fyri kappingarárið 2016.
Er væl fyri og spælir sunnudagin
Fleiri kunnu kanska spyrja, í hvørjum formi Andrew av Fløtum er í, nú hann ikki hevur spælt hetta kappingarárið.
– Eg eri væl fyri. Eg havi sum øllum kunnugt vant nógv í vetur og føli meg kropsliga væl fyri. Seinasta vikuskiftið spældi eg legends dyst við HB móti B36. Eg vildi líka sum vita, hvørjum formi eg var í, tí eg vildi ikki siga ja til KÍ uttan, at eg føldi meg heilt vísan í, at eg var væl fyri og kundi geva nakað til klaksvíkingar. Og tað gekk rættuliga væl hendan dystin, so nú havi eg tikið avgerð um at spæla við KÍ restina av hesum kappingarárinum. Eg trúgvi ikki tað verður nakar trupulleiki at fella til, tí umframt at eg kenni Mikkjal og Rógva, so havi eg eisini spælt saman við Súna á landsliðnum og saman við Hjalgrím í bæði Fremad Amager og á landsliðnum, so tað skal nokk ganga væl at fella til, sigur Andrew av Fløtum. Hann sigur, at hann hevur longu avgjørt, hvussu hann skal feira sítt fyrsta mál í KÍ.
– Tá eg skori mítt fyrsta mál í KÍ, so ætli eg at renna yvir til KÍ áskoðararnar við inngongdina millum skýlið og Atlantis, har Eyðun Thorgeirsson, Kristian Olsen og aðrir plaga at standa. Har skal málið feirast, sigur ein spentur Andrew av Fløtum.
Dagført kl. 11.02: At Andrew hevur valt at taka eitt tørn við KÍ hevur verið sera væl móttikið. Sum skilst hevur rættuligur telefonstormur verið í morgun hjá fleiri av nevndarlimunum, sum hava staðið fyri, at samráðingarnar komu á mál. Og tað hevur fingið KÍ leiðsluna at tikið stig til tíðindafund. Kl. 15.30 seinnapartin verður tíðindafundur á KÍ loftinum, har Andrew verður kunngjørdur fyri fjølmiðlunum og KÍ viðhaldsfólkunum. Kl. áleið 16.00 kemur hann út á nýggju altanina at heilsa uppá mongu KÍ viðhaldsfólkini, sum væntast at vera á vøllinum tá. Á tíðindafundinum fæst eisini at vita, hvat nummar á rygginum Andrew kemur at spæla við í KÍ. Søgurnar siga, at Hjalgrím Elttør hevur játtað í vælvild fyri sínum fyrrverandi og núverandi liðfelaga at skift nummar, so at Andrew framyvir spælir í nummar 10 í KÍ, men hetta fæst nærri at vita um seinnapartin.
Av tí at Andrew av Fløtum ongan sáttmála hevur við nakað felag, so kann hann longu sunnudagin spæla fyri KÍ. KÍ møtir Skála í Klaksvík sunnudagin kl. 15.00.




