Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andstøðan er heiðin

Helgi Abrahamsen

Kanska kom samgongan eitt sindur skinklandi í gongd, men tað fær illa verið øðrvísi, millum annað tí at andstøðan er so heiðin. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum ikki leggur fingrarnar ímillum í ein bersøgnari tíðargrein í fjølmiðlunum í gjár.

Kanska kom samgongan eitt sindur skinklandi í gongd, men tað fær illa verið øðrvísi, millum annað tí at andstøðan er so heiðin. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum ikki leggur fingrarnar ímillum í ein bersøgnari tíðargrein í fjølmiðlunum í gjár.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum umsitur bæði uttanríkismál og vinnumál, skjýtur í eini bersøgnari tíðargrein í gjár bæði til vinstru og høgru. Serliga er tað Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum fær toyggið.

”Vit lækkaðu skattin á lágar lønir og meðallønir. Samstundis breiðkaðu vit grundarlagið undir avgjøldum og brúkaragjøldum, so nógv fleiri herðar nú bera byrðurnar,” sigur Poul Michelsen. Men hann skilir ikki, hví tey sum fyrr mæltu til at gera hetta, nú eru ímóti tí.

”Eg hugsi her serliga um Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum nú eftir øllum at døma hevur snarað á og av óransakiligum grundum tykist at halda, at eingin skal gjalda fyri tað almenna – hvørki vinnan, skattgjaldararnir ella brúkararnir,” sigur hann.

Men hetta er ikki einasta heilsanin, landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur til Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann spyr eisini hvar vinnan er í spurninginum um at integrera útlendingar.

”Hóast vit hoyra Føroya Arbeiðsgevarafelag gera nógv burturúr, at tað skal vera lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi, tykist tað ongan áhuga at vísa spurninginum um, hvussu vit skulu integrera hesa arbeiðsmegina í samfelagið,” sigur Poul Michelsen.

Heiðin andstøða

Um truplu byrjanini hjá samgonguni sigur Poul Michelsen: ”Kanska kom samgongan eitt sindur skinklandi í gongd. Tað fær illa verið øðrvísi, tá avbjóðingin er so stór, skotbráið so stutt, nógvir samgongulimir so nýggir og andstøðan so heiðin.” Hann kemur tó ikki nærri inná, hvussu orðið ”heiðin” skal skiljas í hesum samanhanginum.