Broytingaruppskotið er als ikki viðgjørt, hvørki á tingi ella í nevnd.
Seinnapartin er triðja viðgerð í uppskotinum um m.a. uppboðssølu. Áðrenn viðgerðina kom eitt broytingaruppskot. Ætlanin er nú, at 3000 tons av Bartentshavskvotuni skal á uppboðssølu og at hetta skal landast í Føroyum.
Hetta uppskotið er einki minni enn ein katastrofa, sigur Jákup Mikkelsen.
– Eg fari ongantíð at taka undir við uppboðssøluni og nú er eitt broytingaruppskot komið, sum eingin veit, hvat tað snýr seg um. Hví verður bara barentshavið pilkað burturúr? Hví ikki Flemish Kap? Her er eitt ótal av ósvaraðum spurningum, segði Elsebeth M. Gunnleygsdóttur.
Eingin hoyring
Tað sum serliga undrar andstøðuna er, at eingin tinglimur í samgonguni tekur orðið í hesi sera týðandi viðgerðini. M.a. Jørgen Niclasen saknar, at løgmaður ella landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur orðið. Hann spurdi eisini, um hetta uppskotið hevði verið til hoyringar, sum núverandi samgonga altíð tosaði so hart upp um áðrenn valið.




