Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andstøðan er órelevant í samband við Skálafjarðartunnilin

John William Joensen

Tað er óhugsandi at løgtingið ferð at samtykkja eina milliarda íløgu eftir uppskotið frá andstøðuni. Verður ikki meiriluti í samgonguni fyri uppskotinum hjá Landsstýrinum – so er eingin samgonga longur, sigur Hendrik Old sum samstundis heldur tað verða givið at sandoyartingmennirnir fara at hava eina felagsstøðu til málið.

– Í samband við støðuna hjá Gerhardi haldi eg tað verða nátúrligt at teir tríggir sandoyartingmennirnir finna eina felagsstøðu við víkjandi tunnilsmálinum.

– Hinvegin er tað fullkomiliga líka mikið hvat andstøðan meinar í málinum um Skálafjarðartunnilin. Øll vita at tað er óhugsandi at eitt andstøðu uppskot í milliarda klassanum verður samtykt í løgtinginum. Tí hendir tað er eingin samgonga longur. Tí kann samgongan ikki dúva uppá stuðul úr andstøðuni – verður uppskotið ikki samtykt við einum meiriluta av samgongulimum – so kann samgongan ikki halda fram.

– Sentrali persónurin í øllum hesum er Brandur Sandoy og eg trúgvi ikki at hann ferð at ganga við til ikki at hava trygd fyri játtan til Sandoyartunilinum áðrenn hann tekur undir við einum Skálafjarðartunli.