Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur at Javnaðarflokkurin er harðliga ímót at manningar beinleiðis rinda tilfeingisgjald av lønarposanum og sum hann skilur er ikki undirtøka í andstøðuni fyri tilfeingisgjaldinum sum samgongan ætlar at fáa samtykt í løgtinginum áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur at Javnaðarflokkurin er harðliga ímót at manningar beinleiðis rinda tilfeingisgjald av lønarposanum og sum hann skilur er ikki undirtøka í andstøðuni fyri tilfeingisgjaldinum sum samgongan ætlar at fáa samtykt í løgtinginum áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt
Varðin, samtakið Christian í Grótinum, JFK, THOR og Framherji rindaðu 123 mió. kr. til landskassan av teimum gott 140 mió. kr. sum landskassin fekk inn í tilfeingisgjaldið í ár. Av tí at tilfeingisgjaldið verður rokna av óbýttum hava manningarnar rindað góðar 35 mió. kr. úr lønarposanum sum tilfeingisgjald.
Javnaðarflokkurin ímóti tilfeingisgjaldinum hjá samgonguni
Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti verandi skipan og hava mælt til eina heilt aðra skipan fyri makrel og norðhavssildina.
Vit hava mælt til at 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av norðhavssild ístaðin verða seld á eini uppboðsølu og síðani strika øll onnur gjøld. Metingar hjá okkum siga at hetta hevði givið landskassanum umleið somu inntøku sum verandi skipan.
Vit mæla samstundis til at sett verður í lógina at einans føroysk skip undir føroyskum flaggið og við føroyskum manningarsáttmálum skulu sleppa at bjóða. Harafturat skal ikki verða loyvt at mótrokna hetta í hýrum.
Ein skipan har ein partur verður seldur á uppboðssølu ístaðin fyri at áseta eitt gjald pr. kg er lættari at umsita og tú sleppur undan at fiskimaðurin skal rinda.
Harafturat er tað sera óheppið at áseting av tilfeingisgjaldi verður knítt at fíggjarlógini tí hóast samgongan hevur fingið tvífalt so nógv inn til Landskassan í ár í tilfeingisgjaldi enn undanfarin ár, so minkar hallið á fíggjarlógini ikki. Komandi ár ætlar samgongan at fáa góðar 170 mió. kr. í tilfeingisgjaldið frá fiski- og alivinnuni.
Eg dugi ikki at siga hvussu hinir í andstøðuni fara at atkvøða, men Javnaðarflokkurin fer í øllum føri at atkvøða ímóti tí verandi skipan ger at gjaldið beinleiðis rakar lønarposan hjá manningunum, sigur Aksel V. Johannesen.
Sum skilst er fíggjarnevndin klár at skrivað álit um fíggjarlógina, men áðrenn hon verður endaliga samtykt í løgtinginum – skal tingið hava samtykt lóg um tilfeingisgjald.




