Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andstøðan missur alla ávirkan og politiska støða løgmans er styrknað munandi

John William Joensen

POLITISK EYGLEIÐING OG METING: Sambandsflokkurin skipar fyri vanliga Heystfundinum leygardagin, har limir floksins fara at umrøða politisku støðuna, men nú, tá Landsstýrismálanevndin avgjørdi at seta kanningarstjóra, fyri m.a. at kanna leiklutin hjá løgmanni í málinum um Skálafjarðartunnilin, tykist tað málið at hava mist sín politiska relevans, soleingi bíða verður eftir niðurstøðuni, hjá enn ikki setta kanningarstjóranum, í hvussu er.

POLITISK EYGLEIÐING OG METING: Sambandsflokkurin skipar fyri vanliga Heystfundinum leygardagin, har limir floksins fara at umrøða politisku støðuna, men nú, tá Landsstýrismálanevndin avgjørdi at seta kanningarstjóra, fyri m.a. at kanna leiklutin hjá løgmanni í málinum um Skálafjarðartunnilin, tykist tað málið at hava mist sín politiska relevans, soleingi bíða verður eftir niðurstøðuni, hjá enn ikki setta kanningarstjóranum, í hvussu er.

Fullkomuliga miseydnaða royndin hjá andstøðuni, at fella løgmann, ger, at samgongan stendur munandi sterkari enn fyri misálitið, ímeðan andstøðan grulvar høvuðleys runt í egnum grulvigarði, og hevur meira enn ilt við at finna síni egnu bein í egnum blóði. Tað eina skotið í byrsuni, sum skuldi gera enda á Kaj Leo sum fremsta manni okkara, rakti bringuskjøldur hansara, snaraði 180 stig og spjaddist aftur í bringunum á Poul, Høgna og í serdeilisheit í bringuni á Aksali. At hyggja inn í Javnaðarflokkin ídag er sum at vera við í Runsivalsstríðnum. Sosialurin ordnar restuna. Omaná tað heila, ringa standin í andstøðuni, so blívur samgongan bara við at vaksa, og fær størri undirtøku fyri hvønn dag sum gongur. Fyrst kom Janus Rein rørdur og glaður heim, sum hann sjálvur málbar seg sambært www.in.fo, og annaðhvørt hin ekskluderaði Gerhard Lognberg velur Miðflokkin ella Sambandsflokkin sum sítt heim, so mega vit bara staðfesta, at Føroyar sjáldan hava havt eina sterkari samgongu enn hesa, sum Kaj Leo er leiðari fyri.

Nógv rumbul hevur verið seinastu vikurnar, fyri ikki at siga mánaðirnar, um politisku handfaringina av Skálafjarðartunnilsmálinum, og sum øll vita, ella kanska longu hava gloymt, kollektiva minnið er ørstutt, røkkur sjáldan yvir um eitt vikuskifti, so bleiv endin av hesi politisku órógv, at løgmaður segði landsstýrismannin hjá sjálvstýrarunum úr starvi.

Men av tí at løgmaður eisini sjálvur bleiv ein partur av málinum, tað hevði nú verið løgið annað í Føroya størstu undirstøðuverkætlan, so gjørdist politiska støðan uppaftur spentari, og nú vórðu fyrst og fremst andstøðukanónirnar, væl hjálptar av høvuðsstaðarpressuni, vendar beinleiðis móti løgmanni, sum líkamikið hvussu hann eitur, til eina og hvørja tíð er hjartað í eini samgongu. Bløðir hann út so bløðir samgongan út. Og samstundis varð tutlað og gitt í krókum kring landið um tað, at vestmenningurin Bárður Nielsen kanska fór at stilla upp ímóti Kaj Leo til árliga formansvalið í Sambandsflokkinum.

Nú fekk málið kortini eina púra óvæntaða vend, tá andstøðan í ovfarakæti og parlamentariskum býttleika so brádliga avgjørdi at leggja uppskot um misálit á løgmann fyri Løgtingið. Úrslitið gjørdist ein dygg álitisváttan til Løgmann okkara – Kaj Leo varð “krýndur” av nýggjum – enntá við stuðli frá pørtum av Javnaðarflokkinum, og tá so Landsstýrismálanevndin við atkvøðuni hjá tingmanni Sambandsfloksins, Eivindi Jacobsen, gjørdist partur av meirilutanum í nevndini saman við hini annars skilagóðu Sirið Stenberg úr Tjóðveldinum, og valdi at taka undir við juridisku ráðgevingini í nevndini, og harvið í gásareygum kom at eftirlíka kravinum frá andstøðuni, um at seta ein kanningarstjóra, var málið um Skálafjarðartunnilin rykt burtur úr politisku skipanini, og parkerað hjá tí løgfrøðingi og kanningarstjóra, sum nú einaferð verður settur at kanna málið. Fram til tann dagin hetta úrslitið fyriliggur, og tá man lítið fara at vera eftir av valskeiðnum, fær júst hetta málið ongan týdning fyri, um Kaj Leo heldur fram sum løgmaður hetta valskeiðið út ella ikki. Fyri andstøðuna hevði tað kanska verið líka frægt, at latið illgrunan og brunabúldin svomið viðari fram við sítt fríska lív inni í politisku skipanini, og lagt eitt støðugt trýst á samgongumeirilutan og leiðaran í Nesinum. Onnur politisk brunamál, sum sjálvsagt taka seg upp so av og á í politisku skipanini, høvdu tá tikið útgangsstøði í hesum, og kynt undir tey heldur enn sum nú, har andstøðan meira ella minni skal byrjan frá nýggjum, nú tvey ár eru eftir til næsta løgtingsval.

Nú er Kaj Leo altso leysur av hesum málinum, fyribils í hvussu er, og politiskt er hetta ikki longur eitt mál sum kann hótta hann sum Løgmann, tað sum eftir er av valskeiðnum – tí arbeiðið hjá einum kanningarstjóra tekur tíð, kanska eitt ár ella hálvtannað ella longri, og tað er sera long tíð í politikki. Í veruleikanum er samgongan sum áður sagt styrknað, og eru politisku signalini sonn, um at samgongan er heilt nær við at finna eina loysn á Skálafjarðartunnilsmálinum, vælvitandi keldur í Fólkaflokkinum siga, at Jørgen kemur við einum uppskotið um almennu loysnina áðrenn fjúrtan dagar eru gingnir, so er hetta ein trivaligur sigur fyri samgonguna og ikki minst fyri Sambandsflokkin, sum søguliga er sterkur í Eysturoynni. So sterkur, at hann oftast eigur helvtina av verljaragrundarlagnum í hesi oyggj. Men verður eingin loysn á Skálafjarðartunnlinum, kann hetta kosta dýrt í Eysturoynni – í tí hypotetiska førinum var tað ein sambandsløgmaður, sum í evstu løtu steðgaði privatu verkætlanini, tá klárt var hjá Kára P. Højgaard at skrivað undir seinast í juni mánaða fyrr í ár.

Tað hevur verið róð framundir, eisini nú Heystfundurin verður hjá Sambandsflokkinum í vikuskiftinum, at onkrir ætla eina palassrevolutión innanfloks, har Kaj Leo skal koppast sum formaður, og at tað helst verður Bárur á Steig Nielsen sum tekur yvir, og harvið gerst komandi løgmansevnið hjá flokkinum. Tað tykist sum hevur Sambandsflokkurin eitt problem við sínum løgmonnum. Baklandið hjá Edmundi Joensen í Eysturoy gjørdi honum lívið so súrt til endans, at hann skrivaði út val í úrtíð í 1998, úrslitið var fullveldissamgongan, og tað sama tykist vera huglagið nú, um tað veruliga er rætt, at løgmaður skal gerast offur í eini innanhýsisuppgerð, júst meðan hann hevur úr at gera, og meira til, fyri at halda saman uppá tað sterkastu borgarligu samgonguni í søguni. Kanska eru tað tær sosialliberalu kreftirnar í flokkinum, sum vilja broyta kósina eitt vet, men ringt er síggja tann stóra munin á Bárði og Kaj Leo í so máta.

Alt bendir á, at Føroyar fara at vera stýrdar av einum borgarligum meiriluta í mong ár frameftir, kanska tey næstu 20 árini. Kaj Leo og Jørgen eru ungir menn, og onkursvegna tykist tað at renna saman teirra millum, politiskt, tí er tað umráðandi, at tað ikki verður skift ov mikið út í persónsgallarínum og positiónunum í hesum báðum flokkunum, sum eru garantarnir fyri, at Føroyar hava eina høgrastjórn. Eingin hóttan er frá andstøðuni yvirhøvur. Javnaðarflokkurin er í fer við at pulvurisera seg sjálvan, og tá Kristin er farin, hann er líka langt burturi frá Javnaðarflokkinum, sum mánin er frá Jørðini, og Hendrik Old einaferð fellur fyri aldursmarkinum, tá er hesin nú so reini sosialdemokratiski flokkurin bara eitt plagiat av metrosexuella bindiklubbanunum Tjóðveldi. Men tað stendur og fellur í løtuni við alliansuni Kaj Leo-Jørgen.

Kaj Leo er løgmaður. Leiðari hjá samgonguni. Hartil er hann løgmaður hjá øllum Føroya fólki, tí er tað reint hazardspæl, um Sambandsflokkurin nú sáðar iva um hansara leiklut sum formaður frameftir. Eingin hevur nakrantíð fingið so nógvar atkvøður á einum løgtingsvali sum hann, og líkamikið hvat man annars meinar um rikna politikkin, so megnar hann hvørja ferð at snúgva sær burturúr truplum støðum. Helst hevur tað ikki verið av ongum, at hann meira ella minni gav Eivindi Jacobsen tey ráðini, at hann skuldi taka undir við kanningarstjóranum í Landsstýrismálanevndini, sjálvandi vitsti hann, at tá fór trýstið frá andstøðuni at lynka niður á nullpunktið aftur, rumbulsmálið varð parkerað, og tað var júst tað sum hendi. Í grundini er Sambandsflokkurin komin nógv betri frá hesum málinum enn Fólkaflokkurin, sum annars ikki hevur vilja tikið í Skálafjarðartunnilsmálið við einum klova, men sum í Landsstýrismálanevndini hevur fingið eina ringa sak upp á hálsin. “Løgfrøðin”, sum Jóan Magnus skal hava helt seg til, eru kanska teir báðir Jørgen Niclasen og Janus Rein.

Fær Kaj Leo frið fyri sínum egnu, kann hann vera sitandi sum Føroya løgmaður tey næstu 6-10-14-18 árini, eisini tí at Jørgen ikki tykist vera eitt upplagt løgmansevni. Hinvegin, kann Fólkaflokkurin liva við, at spæla formellu aðru fiól, og annars at vera í einum veksilvirknaði um valdið saman við Kaj Leo, so er Sambandsflokkurin avgerandi faktorurin í føroyskum politikki í mong ár frameftir, men tað veldst nú eftir øllum at døma um hvat flokkurin sjálvur ger við sín fólkakæra formann – í vikuskiftinum og á næsta landsfundinum.

(NB: Lysingaorðini eru kanska í so ógvuslig – men tað er gjørt tilvitað – hetta er ein tíðarmynd av politisku støðuni beint nú)