Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Andstøðuuppskot og eykajáttan

Jóhann Lützen

Á tingfundinum í dag verða tríggjar fyrstu viðgerðir av málum hjá Sonju Jógvansdóttir, ein fyrstaviðgerð av uppskoti frá Sambandsflokkinum og síðani eisini ein umbøn um eykajáttan frá landstýrinum

Tinglimir skulu á fundinum í dag viðgerða uppskot um brotpensiónir, hækking av grundupphædd til fólkapensión, familjuískoyti, heimild hjá kommunum at leiga út bústaðir og eina eykajáttan fyri september.

Áhugavert verður hvat tinglimir í samgonguni siga til uppskotini frá Sonju, sum sigst verða á veg upp í Tjóðveldi. 

Tingfundurin byrjar kl. 11.00