Leygardagin spældu KÍ og ÍF venjingardyst í Klaksvík. Talan bleiv um ein undirhaldandi dyst, um vit hava árstíðina í huga.
ÍF byrjaði nógv betri og spældi seg til fleiri góðar støður fyrsta partin av fyrra hálvleiki. Tá vit hugsað um, at hetta var fyrsti dystur hjá ÍF í ár og at teir – eins og KÍ og flest onnur lið – nærum ikki hava vant í longri tíð, so var spælið á góðari leið, nú umstøðurnar við nakað av vindi og eitt sindur av kava á vøllinum eisini ávirkaðu eitt sindur. Leivur Joensen legði ÍF á odda við góðum skoti eftir, at hann kom at standa leysur úti í høgru síðu. KÍ kom sum fráleið betri og betri við og var betra liðið seinasta partin av fyrra hálvleiki. Fleiri góðar royndir vóru og tættast við var Evrard Blé, tá hann skeyt á stongina.
Í seinna hálvleiki skifti ÍF næstan alt liðið út, meðan KÍ skifti tilsamans 5 leikarar út gjøgnum seinna hálvleik. Um tað var hetta, sum ávirkaði er ikki lætt at vita, men KÍ sat á øllum í seinna hálvleiki og tað kom næstan ikki fyri, at ÍF hevði bóltin á KÍ hálvuni. Serliga pressspælið hjá KÍ var effektivt. KÍ fekk kanska tað best spælda málið, sum vit koma at síggja í venjingardystum í ár. KÍ miðvøllurin hevði nógvar avleveringar millum sín, áðrenn Jákup B. Andreasen fann Jóannes Bjartalíð, sum vísti góðar taktir og var ágrýtin sum fremsti KÍ leikarin. Hann fann Hjalgrím Elttør úti í vinstru síðu, sum aftur spældi útfrá til Atla Danielsen, sum skoraði umvegis stongina og harvið skoraði sítt næsta mál í tveimum venjingardystum. Sami Atli kom løtu seinni at standa púra leysur eftir gott innlegg frá Henry Heinesen, men hann skallaði viðsíðuna av. Tá tað sá út sum, at KÍ ikki fór at fáa meir enn eitt mál burturúr sínum trýsti, tí tíðin var nærum farin, so fekk ÍF sín fyrsta veruliga málmøguleika í seinna hálvleiki. Andy Olsen var púra kaldur og skoraði til endaligu støðuna 1-2.
Samanlagt ein góður venjingardystur eftir umstøðunum. ÍF var greitt betra liðið fyrsta partin av dystinum og spældi væl, meðan KÍ í seinna hálvleiki vísti góðar taktir og hevði tá sín besta hálvleik higartil í øllum trimum venjingardystunum. Tað gav eisini eitt sera væl uppspælt mál.
Hjá KÍ byrjaðu hesir: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas F. Rasmussen, Mayowa Alli, Ísak Simonsen – Evrard Blé, Tórur Justesen, Atli Danielsen – Heðin á Lakjuni, Jóannes Bjartalíð, Henry Heinesen. Í seinna hálvleiki komu Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen, Ivan Joensen og Fríði Sigurðsson á vøllin.
Hjá ÍF spældu hesir í fyrra hálvleiki: Hallgrím Hansen – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Áki Petersen, Levi Jøkladal – Arnold Christiansen, Fritleif í Lambanum, Kristoffur Jakobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni, Nenad Saric
ÍF í seinna hálvleiki: Pedrag Markovic – Frank Poulsen, Margeir Toftegaard, Áki Petersen, Jan Ellingsgaard – Sjúrður jacobsen, André Olsen, Andrias Poulsen – Andy Olsen, Pól Magnus Petersen, Jákup Oluf á Lakjuni. Seinni kom Bergtórur Thomsen eisini inn.




