Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anfinn Kallsberg ivast

John William Joensen

Tað hevur leingi ljóða at Anfinn Kallsberg fór at leggja frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum, men enn er einki avgjørt, sigur hann við Norðlýsið

Tað hevur leingi ljóða at Annfinn Kallsberg ikki fór at stilla upp aftur, men hetta er langt frá avgjørt enn, sigur norðoyatingmaðurin.

Taka avgerð í vikuni
Í Fólkaflokkinum er tað tingmanningin, sum tekur avgerð um hvør skal stjórna flokkinum og tað verður gjørt um Ólavsøkuna.
– Vit høvdu ein fund í dag har málið var á skránni, men valdu at útseta tað til næsta fund, sum vantandi verður í morgin.
– Eg havi leingi hugsað um at neyðugt er at endurnýggja flokkin tí vit eru við sum mynda flokkin eru við at gerast í so gamlir, men um rætta løtan at trekkja seg er júst nú havi eg onga avgerð tikið um enn.
– Eg havi víst á Jørin Niclasen, sum eitt gott formannsvalevni, men enn havi eg sum sagt ikki tikið støðu til um eg framhaldandi skal vera formansvalevni, sigur Annfinn Kallsberg.