Tað var ein fantastisk konsert sum Anfinn & Co avrikaðu á Summarfestivalinum 2006 og mannamúgvan á Vágsbø var rivin við.
Anfinn hevði sjálvandi sínar gomlu slagarar á skránni, men Húkurin hjá Anfinni fekk rættuliga mannamúgvuna at fara uppfrá.
Eisini fingu vit frumframførðsluna av nyggja sanginum Kong Gularót, sum síðani er komin út á fløgu.
Tað var lív sangur og show tá Anfinn var á pallinum í 2006 og tann framførslan var absolutt tann besta sum hevur verið greidd úr føroyskum hondum á summarfestivalinum higartil.
So vit á Norðlýsinum gleða okkum til løtuna saman við Anfinn Nielsen & Co – og serliga nú tað frættist at Anfinn hevur styrkt tann partin av bólkinum sum eitur "& Co."




