Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ánir – Ísland

Norðlýsið

Klokkan 11:00 fór Norrøna av góðshavnini í Ánunum til Íslands. Hetta er fyrsta føroyska ferðamannaskip, ið siglir av Ánunum á veg til Íslands.

Klokkan 11:00 í dag legði Norrøna av góðshavnini í Ánunum á fyrsta sinni ávegis til Ísland við farmi og ferðafólkum.
– Við vóru 35 ferðafólk og fult av farmi; m.a. var byggitilfar, lastbilar, bilar, bussar og tómir trailara. Tað er vanligt, at so fá ferðafólk eru við til Íslands, men fitt av farmi er tó føra um veturin, sigur Tummas Magnussen, frá Smyril Line.

Norrøna kom fyri fyrstu ferð á havnina í Ánunum í gjár við farmi og ferðafólkum. Tað gekk væl hjá skipinum at koma at, og avskipingin gekk eisini heilt væl. Við úr Hanstholm vóru 190 ferðafólk, eini 80 bilar og nógvur farmur. Hetta setti avís krøv til vegneti í býnum, men frá Smyril Line frætta vit, at so frætt sum teir eru kunnaðir, gekk tann tunga ferðslan stakvæl ígjøgnum býin.

Tá Norrøna fór avstað í morgun, stóðu fitt av persónum við teirra bilum og eygleiddi Norrønu fara jomfrútúrin til Íslands av Ánunum. Fyri eygleiðarar gekk tað rættiliga væl at koma frá. Stutt løta gekk frá tí, at rampin á skipinum var drigin upp og teir mongu endarnir, sum festu skipið til bryggjuna, vóru fingnir innanborða, til skipið gekk brúsandi út á Kalsoyarfjørð og legði leiðina norðureftir gjøgnum fjørðin ávegis til Ísland.

Frá Smyril Line siga teir sum heild, at teir eru rættiliga vælnøgdir við umstøðurnar á góðshavnini í Ánunum.
– Havnin er góð og alt riggaði sum tað skuldi. Rampin var fult á hædd við tað, sum vit høvdu vónað. Men enn eru onkur viðurskifti, ið ikki eru fingin uppá pláss. Eitt nú eru bygningarnar til myndugleikarnir, tollara, løgreglu og annað, ikki lidnir enn. Eitt annað, sum eg veit at Klaksvíkar kommuna arbeiðir við, er ljósið á økinum, ið kundi verið eitt sindur betri enn tað er nú, sigur Tummas Magnussen, frá Smyril Line.