Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ánirnar hava ídag fingið sóttreinsað vatn

Oliver Joensen

Nú er bert eftir at veita Árnfirðingum sóttreinsað vatn, tá hava allir borgarar í Klaksvíkar Kommunu atgongd til sóttreinsað vatn.

Klaksvíkar Kommuna hevur arbeitt miðvíst við vatnspurninginum. Byrjað var av álvara, tá reinsiverkið við vatnbrunnarnar við Ánagjógv varð sett upp, síðani fekk vatnveitingin hjá kommununi uppi á Horni á Uppsølum eisini sítt reinsiverk.
Fyri stuttum varð eisini komið á mál úti á Oyri, ið fekk sóttreinsað vatn hóast vatnveitingin skuldi fylgja ætlanunum hjá Landsverkfrøðinginum við Oyravegnum. Men tá tað hevur gingið sera spakuliga fyri ikki at siga óhugnaliga spakuliga við landsvegagerðini út á Norðoyri, so gjørdi kommunan av at fara framum landsverkfrøðingin og leggja leiðing út á Oyrar hóast vegagerðin enn ikki er liðug.
Ídag kl. 16 varð so skrúva frá sóttreinsað vatninum til Ánirnar. Frá teimum sum búgva í Ánunum frætta vit, at hetta kemur teimum sera væl við, tí vatnið hevur verið vánaligt frammanundan. Ánirnar fáa vatnið frá reinsiverkinum við Ánagjógv.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur við Norðlýsið, at nú er bert Árnafjørður eftir og vit ætla at eisini árnfirðingar skulu hava sóttreinsað vatn áðrenn eitt ár er farið afturum.