Tað er í Húsinum tað sker
Húsið er ungdómshúsi í Klaksvík. Í Húsinum samlast ung frá 10 ár, til og við 18 ár. Ungdómshúsi heldur til á Bøgøtu, uppá loftinum hjá biografinum, og um kvøldi eru tey úti á Dávavirkinum. Húsið hevur opið, um dagin, fyri børnum frá 10 til 13 ár, á Bøgøtu, og um kvøldi, er opið fyri ungum frá 13 til 18 ár, úti í Dávavirkinum.
Anitha er í starvsvenjing, her í ungdómshúsinum. Anitha valdi at fara her í starvsvenjing, tí hon hevur sjálv gingið her, og hevur dámt væl, í Húsinum. Anitha dámar væl, at hetta er eitt frítt starvspláss, eisini at hvør dagur er ikki líka, her í Húsiðinum, onkrar dagar baka tey kaku, og aðrar dagar fara tey út at gera okkurt. Anitha fortelur at starvsfólkini og børnini, í Húsiðinum, eru fitt og blíð.
Gerandis dagurin her í Húsiðinum, byrjar við, at Anitha og starvsfólkini møta í góðari tíð, til at gera klárt til tá børnini koma. Tá ið børnini eru komin plagar Anitha at spæla Wii ella borðspøl, við teimum. Er veðri gott fara tey út á vøllin, at sparka bólt.









