Á møtinum í Betesda komandi mikukvøld 8. januar, kl. 20, greiðir Anja frá arbeiðinum millum ættarbólkar á Filipsoyggjunum
Á møtinum í Betesda komandi mikukvøld 8. januar, kl. 20, greiðir Anja frá arbeiðinum millum ættarbólkar á Filipsoyggjunum
Seinastu sjey árini hevur Anja Nielsen virkað sum trúboðari á Filipsoyggjunum í samband við New Tribes Mission.
Hon er í løtuni heima í Klaksvík og verður í Føroyum til komandi summar. Meðan hon er heima, fer millum annað at vitjað samkomurnar.
Á møtinum í Betesda komandi mikukvøld, 8. januar, kl. 20 fer hon at greiða frá arbeiðinum millum ættarbólkar og vísa myndir.
Eisini fer Jákup Hansen at siga nøkur orð um “tørvin á trúboðan”.
17 Sangarar og ein trio fara at syngja.
Ein drekkamuður verður aftaná, har eisini verður høvi at heilsa uppá Anju.
Øll eru hjartaliga vælkomin




