Í dag fer fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, til gravar.
Anker Jørgensen doyði næstseinasta sunnudag, 93 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Grundtvigskirkjuni í Keypmannahavn, har millum onnur fyrrverandi politiskir starvsbrøður og stjórnarleiðarar úr hinum norðurlondunum verða hjástaddir.
Roknað verður við at mong fara at fylgja við jarðarferðini, tí nógvir danir minnast Anker Jørgensen sum ”Folkets Anker” og sum ímyndin av einum ”ektaðum javnaðarmanni” ið misti foreldrini, bleiv arbeiðari og endaði í hægsta politiska sessinum í Danmark. Hann er eisini ímyndin av einum politikara frá teirri tíðini, tá politikarar tosaðu við fólkið í eygnahædd, uttan at samskiftisráðgevarar skuldu tillaga boðskapin.
Anker Jørgensen var forsætisráðharri frá 1972 til 1973 og aftur frá 1975 til 1982.




