Mjølnir og Føroyar hava eina stjørnu og hon eitur Anna Arnholdsdóttir
Nevza kappingar fyri U-19 hjá kvinnum og monnum hava verið í Finnlandi seinastu dagarnar. Føroysku kvinnurnar endaðu á einum 6. plássi.
Tá kappingin er liðug er siðvenja at velja bestu leikarar á ymsu plássunum á vøllinum. Anna Arnholdsdóttir úr Føroyum varð vald til besta miðju-leikara í kappingini. Til dagligt leikar hon fyri Mjølnir og er úrslit av egnum treiskni og góða ungdómsarbeiðinum í felagnum.
Vit ynskja Annu hjartaliga til lukku við heiðrinum



