Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Anna Lovisa setur Summar Festivalin í gongd

Jóhann Lützen

Unga songkvinnan Anna Lovisa hevur fyrstu konsertina á Summar Festivalinum í ár

 

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum í ár verður á Torginum í kvøld klokkan 19.

Tá fer evnaríka songkvinnan Anna Lovisa á pallin og fer at seta tónleikapartin á Summar Festivalinum í gongd.

Anna Lovisa hevur seinnu árini lagt rødd til nakrar kendar sangir – eitt nú “Tað kundi verið eg” og  “Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt” – og hon hevur havt fleiri framførslur.

Anna Lovisa, sum er 20 ára gomul, spælir gittar og syngur. Hon skrivar sangir og fer at framføra onkran av teimum á Summar Festivalinum. Hon fer eisini at syngja onkur tøkuløg.

Aftrat sær á pallin hevur hon Einar Poulsen, sum spælir elgittar, og Finn Kjølbro, ið spælir gittar, klaver og munnharpu.