Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anna syngur í Víkafe

(Erik Biskopstø)

Leygarkvøldið 4. oktober verður aftur møguleiki at hoyra vældámdu Annu Nygaard.

Anna, ið seinast var at hoyra í Víkafe í Juli, var sera væl umtókt og vóru nógv fólk og lurtaðu eftir henni. Eisini vóru tað fleiri, ið søgdu, at tey máttu fara at lurta eftir henni á Summarfestivalinum.

Á Summarfestivalinum hevði Anna eina sera góða framførslu við vælspælandi tónleikarum, m.a. Hjalta Joensen við sær.

Tað eru ikki nógvir føroyskir sangarar, ið syngja soul og jazz, og hetta klárar Anna, hóast sín unga aldur, sera væl. Nú fáa klaksvíkingar so aftur høvi at hoyra hesa ótrúliga góðu røddina.