Fyrsti dagur er farin afturum, og ein dagur halgaður tí feitasta føroyska er fyri framman. Høvuðsnavnið Nabiha og hennara elektroniski poppur, folkapunkarirnir Räfven og indie bólkurin The Fjords eru eisini á skránni, sum annars umboðar ein breiðan úrskurð av tí besta føroyska – bæði nýtt og eisini gott gamalt.
Fyrsti dagur er farin afturum, og ein dagur halgaður tí feitasta føroyska er fyri framman
Høvuðsnavnið Nabiha og hennara elektroniski poppur, folkapunkarirnir
Räfven og indie bólkurin The Fjords eru eisini á skránni, sum annars
umboðar ein breiðan úrskurð av tí besta føroyska – bæði nýtt og eisini
gott gamalt. Í Stjórastovuni byrjar Peter Rouch diskingina, áðrenn
Sugardaddy & Honeypie síðani borðreiða við føroyskum lp og 7_ plátum, og
legendurnar Gissur & Sonne taka pultin í nátt.
Á sandinum spæla garvaðu Vágaverk og mergjaðu Týr, og spæliplássið er á
tremur við føroyskari góðsku. Meðan Cool Tour geitin aftur er á tremur við
spennandi tiltøkum, framførslum og øllum møguligum øðrum.
Barnaskráin byrjar longu kl. 12.00 í víkingabýnum, og sum vant er ókeypis
atgongd fyri øll inntil kl. 16.00.