Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annar hvør á vøllin fyri KÍ

John William Joensen

Á Norðoyastevnu spæla øll liðini hjá KÍ. Tá er helming-urin av øllum børnum í Klaksvík, undir 17 ár, á vøllinum fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Tá Klaksvíkar Ítróttarfelag var tyngt av vánaligum úrslitum og vánaligari fíggjarstøðu, tóku menn stig til at bróta uppúr nýggjum. Fyri einum ári síðani, var nýggj kós sett út í kortið. Tá vóru lunnar lagdir undir Visjón 2009, sum í stuttum gongur út uppá, at KÍ skal vera besta fótbóltslið í Føroyum. Tveir leistir vóru stungnir út í kortið: vit skulu vera flest og vit skulu vera best.
Ein aðaltáttur fyri at røkka hesum málinum, var at fáa ein nýggjan leiðara at standa á odda fyri hesum arbeiðinum. Tony Paris hevði longu víst at hann var ein dugnaligur og málrættaður maður og tí var samband fingið við hann. Nú stendur maðurin, ið leiddi KÍ til tvey gullheiðursmerki í 1999 við yvirskipaðu ítróttarleiðsluni í felagnum. Harafturat, er Eyðun Klakkstein settur sum Ungdómsvenjari, og hevur tískil ábyrgdina fyri øllum teimum yngri deildunum.

Áhugin
Í Klaksvík hevur áhugin fyri ítróttini verið stórur. Hetta sæst m.a. aftur á tølunum fyri hvussu nógvir leikarar eru við í virkseminum hjá felagnum. Helvtin av øllum ungdómum spæla fótbólt í Klaksvík. 350 børn og ung, til og við 16 ár, eru aktiv í KÍ. Tey yngstu venja einaferð um vikuna og tey, ið eru eldri upp til 3 ferðir um vikuna. Hetta gevur umleið 45 venjingartímar á vøllinum um vikuna. Tey 25. ungdómsliðini, sum eg havi abyrgdina fyri, hava umleið 25 venjarar tilknýttar. Harafturat, koma nógv foreldur, ið leggja orku í at fáa alt at hanga saman. Uttan teirra hjálp, hevði virksemið hjá okkum als ikki verið møguligt, sigur Ungdómsvenjarin, Eyðun Klakkstein.

Breidd
Tvísporaða visjónin hevur sum mál at fáa so nógv við í ítróttina sum møguligt. KÍ kennir eina abyrgd fyri fólkaheilsuni. Tað er týdningarmikið, at fólk røra seg, soleiðis at tey ígjøgnum motión eru virkin í einum positivum umhvørvi. Í Grundsjónarmiðsorðingini hjá felagnum verður sagt at fótbóltsvenjing skal síggjast sum ein partur av heildarmenning av tí einstaka leikaranum, har vinskapur, stuttleiki, felagsskapur, samarbeiði, ábyrgdarkensla, skapanarevnini og kropslig menning eru týdningarmiklir partar
-Vit royna, sigur Eyðun, at hava eitt tilboð til øll, ið hava áhuga í at spæla fóltbólt. Tískil satsa vit uppá breiddina fyri at øll kunnu kenna seg væl, tá tey koma til venjing og til dystir. Karmarnir eru sera týðandi fyri, at hetta kann gerast møguligt, og er hugburðurin hjá hvørjum einstøkum avgerandi í hesum sambandi. 

Góðska
Umframt at satsa uppá breiddina, verður eisini arbeitt við at framala dygdargóðar spælarar, soleiðis at felagið eisini kann verða við í fremstu røð í framtíðini. Fyri at røkka málinum, verður dentur lagdur á at hava venjarar og ábyrgdarfólk, ið hava venjararútbúgving og hollar royndir.
– Vit fara skjótt at byrja uppá eina serliga talentvenjing fyri úrvaldar spælarar. Við hesum royna vit at skapa eina góða dygd í venjingunum hjá teimum evnaríkastu. Málbólkurin fyri hesa serligu venjingina eru tey, ið eru um 11 12 ár og eldri. Venjararnir sum virka í hesum høpi hava tikið fótbóltsútbúgvingina hjá UEFA, sum FSF umsitir, umframt at teir fáa møguleika at taka lut í teimum skeiðunum, sum KÍ skipar fyri, greiðir Eyðun frá.

Flest eisini kvinnurnar
Longu nú eru vit best tá talan er um at vera flest. Í Klaksvík eru íalt 35 lið við í FSF kappingum. HB hevur íalt 30 lið tilmeldaði. NSÍ 29 og B36 íalt 23 lið. Av kvinnuligum liðum er KÍ nakað fremri enn hini feløgini. Í Klaksvík eru 10 kvinnulið tilmeldaði kappingina hjá FSF, ímóti 5 hjá HB og 5 hjá B36. Eisini tá talan er um ungdómslið hevur KÍ fest lið tilmeldaði, við 25 liðum ímóti 23 fyri HB, 21 hjá NSÍ og 17 hjá B36.
-Áhugin fyri at spæla fótbólt er rættiliga stórur í Klaksvík, í mun til aðrastaðni. Hetta ikki bert innan mannsfótbólt, men er munurin størstur innan kvinnufótbólt. Hetta er um nakað ein greið tala fyri, at áhugin millum gentur og kvinnur í Klaksvík fyri fótbólti er rættiliga stórur. Vit hava priotera kvinnufótbóltin høgt tey seinastu árini. Tann góða fyrimyndin og tey góðu úrslitini hava óivað eisini gjørt sítt til, at hugurin er so stórur fyri at spæla fótbólt millum kvinnur, metir ungdómsvenjarin.

Nógvur aktivitetur á Norðoyastevnu
Á Norðoyastevnu fara øll liðini hjá KÍ at spæla. Við hesum vera helvtin av øllum børnum í Klaksvík á leikvøllum fyri teirra lið. Norðoyastevna er jú eisini ein ítróttar og mentunar stevna burturav. Men ikki øll liðini spæla í Klaksvík. Tað hevði heldur ikki praktiskt møguligt, at haft allar dystirnar á vøllinum á Djúpumýru.

Best
Tað eru sjálvandi ymiskir faktorar, ið kunnu liggja til grund fyri eini meting um eitt lið er best. Hyggja vit eftir heiðursmerkjum, so eydnaðist 2005 avbera væl, við tað, at KÍ vann flest heiðursmerki. Samanlagt vann KÍ 12 heiðursmerki, m.a., tá bestu kvinnurnar sætta árið á rað vunnu  gullheiðursmerki. Til sammetingar kann verða víst á, at HB vann 10 heiðursmerki, NSÍ vann 8 heiðursmerki og B36 7 heiðursmerki.
-Ein annar faktorur, ið vit kunnu meta okkum eftir, er um hvussu gott tað gongur hjá okkara evnaríku spælarum, at koma við á ungdómslandsliðini. Í U19 hópinum, høvdu vit í fjør fýra leikarar við í bruttohópinum, og má tað sigast at vera gott.

Nøkur tøl:
Hvussu nógv lið, ungdómur
KÍ: 25
HB: 23
NSÍ: 21
B36: 17

Hvussu nógv lið, samlað
KÍ: 35
HB: 30
NSÍ: 29
B36: 23

Hvussu nógv heiðursmerki, 2005
KÍ: 12 heiðursmerki
HB: 10 heiðursmerki
NSÍ: 8 heiðursmerki
B36: 7 heiðursmerki