Tónleikaliga umboðanin á Summarfestivalinum verður breið. Nú er enn eitt útlendskt navn avdúkað, og tað verður ongin minni enn kenda danska songkvinnan, Anne Linnet.
Anne Linnet telist millum royndastu og mest fjølbroyttu tónleikararnar innan danska popptónleikin tey farnu gott og væl 30 árini.
Fyrstu tvær plátuútgávurnar vóru ensktmæltar og komu út í ávíkavist 1973 og 1975.
Men tað var í 1978 við útgávuni av Kvindesind, har Anne Linnet hevði sett løg til yrkingar eftir Tove Ditlevsen, at hon av álvara rakti tónan og tíðarrákið.
Breiða undirtøkan og miklu sølutølini gjørdu, at gongd kom á útgávuvirksemið.
Anne Linnet gav í tíðarskeiðnum frá 1976 til 1985 út heilar níggju útgávur við bólkunum Shit & Chanel, Anne Linnet Band og Marquis De Sade.
"Anne, Sanne og Lis" var eitt kent hugtak innan danska popptónleikin í 80-árunum. Anne Linnet hevur ígjøgnum árini samstarvað nógv við bæði Sanne Salomonsen og Lis Sørensen, men hevur altíð skarað framúr sum hin mest sjálvbjargna av teimum trimum.
Hon hevur altíð skrivað sín egna tónleik, umframt at hon eisini hevur smíðað løg til onnur tónlistafólk.
Hon varð í 1976 útbúgvin sum tónleikapedagogur á Det Jyske Musikkonservatorium, og 9 ár seinni tók hon prógv á sama lærustovni innan kompositión.
Í 1988 setti hon á stovn egið útgávufelag, Pladecompagniet, sum hon seinni seldi til Sony.
Hon hevur eisini fingist við at skriva sangleikir og klassiskan tónleik, men best kenna vit hana tó fyri popptónleikin. Ùtgávur so sum Hvid Magi, Barndommens Gade og Jeg Er Jo Lige Her hava víst, at Anne Linnet megnar at endurnýggja seg sjálva og samstundis framleiða ein javnan streym av fangandi hittløgum, eisini í samstarv við aðrar sangarar og orðasmiðir; hon hevur tríggjar reisir latið orð eftir øðrum yrkjarum í sín egna persónliga tónabúna, tvær ferðir í samband við yrkingar eftir Tove Ditlevsen, og í 1989 gav hon út fløguna Min Sang við orðum eftir kenda danska prestinum Johannes Møllehave.
Síðstnevnda útgáva fostraði eisini kend løg so sum time, dag og uge og jólasangin lille Messias.
Anne Linnet var í mong ár gift við víðagitna kenda saxofonleikaranum og føroyavininum Holger Laumann sum hevur verið gestur á útgávum við bæði Kræklingum, Plúmm, Frændur og Terja & Føstufressum. Anne Linnet hevur móttikið eina røð av donskum tónleikavirðislønum; nevnast kunnu t.d. Preben Harris´ Dramatikerlegat í 1985, LO´s Kulturpris í 1986, Handelsbanken Århus´ Pris í 1987 og varð hon eisini kosin ársins danska songkvinna í 1985, 1986 og 1989.
Anne Linnet verður at hoyra á Summarfestivalinum leygarkvøldið 6 august.




