– Eg seti spurnartekin við, um kappingar upp til 12 ár ikki eiga at broyta skap og verða skipaðar á annan hátt, t.d. at allar FM kappingar upp til 12 ár verða avtiknar, sigur royndur ungdómsvenjari.
Í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum hesa vikuna hava vit eina áhugaverda samrøðu við ein av okkara royndastu ungdómsvenjarum í fótbólti, Annfinn Danielsen, sum hevur verið ungdómsvenjari hjá fleiri ymiskum fótbóltsfeløgum.
Eitt nú sigur Annfinn soleiðis í samrøðuni:
– Eg seti spurnartekin við, um kappingar upp til 12 ár ikki eiga at broyta skap og verða skipaðar á annan hátt, t.d. at allar FM kappingar upp til 12 ár verða avtiknar! Kappingarnar leggja ov stórt trýst á tann einstaka.
Í einum samfelag, har virksemið er stórt innan ítrótt fyri børn og ung, ræður um at hava eitt kvalifiserað og konstruktivt orðaskifti um, hvussu hetta virksemið best verður framt.
Henda grein snýr seg um fótbóltsvirksemið hjá teimum yngru børnunum, og hvussu hetta skilabest kann verða lagt til rættis, bæði venjingar, úttøkur, kappingar o.s.fr.
Les hesa áhugaverdu samrøðuna í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum hesa vikuna.




