KÍ hevur undanfarin ár lagt stóran dent á at hava breidd í sínum ungdómsarbeiði, og er hetta eydnast rættuliga væl.
Liðini í ár eru um 20 í tali, og hevur í mong ár ikki verið niðanfyri tað talið. Hetta er ein stór uppgáva KÍ hevur sett sær fyri, bæði ítróttarliga og fíggjarliga, tí ikki minst hevur tað týdning í hesum døgum, har fólk røra seg minni og minni, at tað er ein samfelagsuppgáva hjá okkum at vera við at fáa ungdómin at vera virkin í einum felagsskapi. Um 350 børn og ung, eru hvørja viku í gongd á Djúpumýru minst tvær ferð um vikuna, saman við leiðarum, so einhvør skilur at vøllurin verður, tíbetur, nýttur hvønn dag á tamb.
Eisini má tað metast at vera ein samfelagsuppgáva, av tí at KÍ er einsamalt fótbóltsfelagið í norðoyggjum, at fáa allan ungdóm at vera virkin í tí felagsskapi, sum vit standa saman og virka í. Annars vildi verið sera fátæksligt. Hetta gevur okkum eisini ábyrgd at røkja í aðrar mátar, bæði hvat lívsførslu viðvíkur, mati, royking og spurningin um rúsandi løg, sum øll ítrottarfólk eiga at halda seg frá, um tey also vilja náa hæddirnar. Ein samfelagsuppgáva, sum komunan í mong ár hevur sett prís uppá, og vónandi stuðlar enn.
Spurningurin er sera viðkomandi í hesum døgum, nú peningafótbólturin er komin og sær út til hava sera stóra makt, so stóri spurningurin er hvat loysir seg best, at hava breidd ella elituna. Hjá KÍ er ongin ivi, vit vilja hava breiddina, men breiddin skal verða stór, tí uttan eina stóra breidd, gera vit alt ov fáar góðar fótbóltspælarar, ongin nevndur, ongin gloymdur.
Lat okkum skoyta uppí her, at fótbólspælarar eru so mangt. Tá vit her tosa um fótbóltspælarar, tosa vit um fótbóltsmenniskja, sum hevur virðing fyri tí einstaka og virðing fyri sær sjálvum og medmenniskjum sínum, so at tað hevur ein uppælandi týdning í felagnum eisini.
Hóast onkur vil fílast á úrslitunum á vøllinum, so hevur breiddarítróttin havt tað gott í Klaksvík seinastu árini. So mikið væl, at tað vónandi sæst aftur í úrslitunum innan stutta tíð, við teimum mongu vaksnu leiðarum vit hava í løtuni, sum við ábyrgd røkja ein stóran part av tí arbeiði, sum verður gjørt í kava, regni, vindi og sól nærum árið runt. At hetta frívilliga arbeiði má metast sum ein lívæðr í felagnum, og verður ikki virðismett nóg mikið. Tað hevur stóran týdning fyri KÍ at eiga og fostra hesa leiðarar og venjarar, og má vera grundarlagið undir ungdómsarbeiðinum hjá felagnum, tí onkur má evna okkara leikarar til. Evnini eru í øllum førum her.
Tað hevur týdning fyri KÍ, fyri at skapa nakað av tí kenslu sum vit, sum norðoyingar eiga at hava, at fostra okkara egnu leikarar, sum vit kunnu fara á vøllin við, tosa við um avrikið, og kenna sum okkaru egnu. Soleiðis skapa vit best ein vælvirkandi felagsskap, har felagskenslan, ábyrgarkenslan og virðing eru lyklaorð, ikki minst í hesum døgum, har ábyrgdarkenslan ivalest kennst at hava minni virði, og tíðin til hvønn annan er til at fáa eyguni á, eisini í Klaksvík.
Tað gera vit best, við at venja okkara ungdóm væl, umframt at vit ikki gerast bundin av øðrum kreftum. Hetta verður sagt, tí óiva eru tað fleiri sum vilja meta, at tað er nógv lættari at keypa sær úrslitini, men harvið missa vit tað at vera í felag um nakað, sum vit arbeiða fram ímóti.
KÍ fer um tey 100 árini í ár. KÍ hevur havt ein stóran týdning fyri alt ítróttarlív í Føroyum, KÍ hevur luttikið gleðiliga i kappingum, sum til hevur borið, men hvørja ferð hevur stavnhaldið verið, at vit vilja luttaka, og fegnast um tá viðvindur hevur verið úrslitaliga, við virðing fyri mótstøðuliðnum. At KÍ var frammanfyri tey flestu, vita vit, Ja, langt áðrenn Fair Play andin var uppfunnin av UEFA, hevði John Reid evna hann til í Vágstúni.
Hjartaliga tillukku, Norðoyingar og KÍ arar
Annfinn Danielsen




