Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annfinn V. Hansen: Grannskoðara málini fáa neyvan fylgir fyri Umboðsmannin

John William Joensen

Atfinningarnar hjá Umboðsmanninum móti tveimum aðalráðum vóru somikið álvarsligar, at Løgmansskrivstovan reisti eina tænastamannasak móti aðalstjórunum í Innlendimálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Harumframt avgjørdi Løgtingið at kannast skuldi um revsimál skuldi reistast móti landsstýrismennirnar Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard. Men tá samanum kom bleiv einki burtur úr.

Atfinningarnar hjá Umboðsmanninum móti tveimum aðalráðum vóru somikið álvarsligar, at Løgmansskrivstovan reisti eina tænastamannasak móti aðalstjórunum í Innlendimálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Harumframt avgjørdi Løgtingið at kannast skuldi um revsimál skuldi reistast móti landsstýrismennirnar Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard. Men tá samanum kom bleiv einki burtur úr.

Løgtingsins umboðsmaður kom í 2010 við nógv umrøddu frágreiðingini um sonevnda grannskoðaramálið og hendanfrágreiðing førdi til stórt politiskt rumbul, og fleiri kanningarstjórar vóru settir umframt at fjølmiðlar dømdu fleiri navngivnar persónar uppá forhond.

NORÐLÝSIÐ hevur sent nøkrum advokatum nakrar spurningar um teirra meting av hvar málið liggur í dag:

Staðfestast kann at tað er ikki tann fyrisitingarligi mynduleikin “Skráseting Føroya” ið gjørdi nakran feil í 2005 men hinvegin er tað eftirlitsmynduleikin ið hevur mistikið seg og hevur verið orsøk til óneyðugar og kostnaðarmiklar kanningar: Er tað sannlíkt at hetta fær avleiðingar fyri sitandi umboðsmann? Kann hetta fáa avleiðingar fyri umboðsmannastovnin? Er tað sannlíkt at tingið fer at taka málið upp?

Í svarskrivið til Norðlýsið skrivar Annfinn V. Hansen, soleiðis:

Hetta mál byrjaði upprunaliga við, at nakrir grannskoðarar vóru ónøgdir við tær løgfrøðisligu tulkingarnar hjá Skráseting Føroya og ynskti at kæra málið til Landsstýrið. Áðrenn kæruviðgerðin var endað, avgjørdi Skráseting Føroya at ganga kærarunum á møti og útskriva løggilding til teir.

Eftirfylgjandi kom Umboðsmaðurin við lemjandi atfinningum móti bæði Vinnumálaráðið og Innlendismálaráðið fyri teirra umsitingarligu handfaring av málinum. Harumframt hevði Umboðsmaðurin eina aðra løgfrøðisliga meting av grannskoðaralógini um hvussu løggildingar skulu gevast. Hetta førdi so tað við sær at Skrásetingin tók málini upp til nýggja viðgerð, og tók inn aftur løggildingarnar hjá nøkrum grannskoðarum, soleiðis sum Umboðsmaðurin hevði mælt til. Løggildingin hjá ”norska” grannskoðaranum var ikki tikin aftur, tí Skráseting Føroya (fyribils stjórin) er ósamdir við tulkingina hjá Umboðsmanninum.

Teir grannskoðarar sum misti løggildingina vóru heldur ikki samdir um at hetta var rætt, og hava tí stevnt í málinum. Rætturin kemur sostatt at avgera um hendan tulking var røtt.

Atfinningarnar hjá Umboðsmanninum móti tveimum aðalráðum vóru somikið álvarsligar, at Løgmansskrivstovan reisti eina tænastamannasak móti aðalstjórunum í Innlendimálaráðnum og Vinnumálaráðnum.

Harumframt avgjørdi Løgtingið at kannast skuldi um revsimál skuldi reistast móti landsstýrismennirnar Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard.

Tænastamannakanningin stóð ein danskur dómari fyri, meðan ein danskur advokatur kannaði um grundarlag var fyri at byrja revsimál móti landstýrismonnunum.

Báðar kanningar komi til at einki skeivt var fari fram, og onki hald var í skuldsetingunum frá Umboðsmanninum. Bæði aðalstjórarnir og landstýrismennirnir vóru sostatt frífunnir fyri tær sera grovu ákærunum um ólogliga fyrisiting og brot á tænastumannalógina og lóg um ábyrgd landsstýrismanna.

Tú spyrt um hendan seinasta útmeldingin um tulking av grannskoðaralógini kann fáa nakrað avleiðing fyri Umboðsmannin. Eg trúgvi ikki at tað fær nakra avleiðing.

Løgtingið hevur fyri langari tíð síðani fingið at vita, at als einki hald var í álvarsligu skuldsetingunum móti aðalstjórunum og landsstýrismonnunum, og hevur einki gjørt við tað.

At ein tilvildarligur embætismaður og Umboðsmaðurin eru ósamd um eina løgfrøðisliga tulking av grannskoðaralógini, er neyvan nóg mikið til eitt mál, tá ið hitt málið ikki fekk fylgir.