Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annfinnur Garðalíð: Ongin siður uttan stríð

Føroya Skipara og Navigatørfelag

Í samrøðu við Annfinn Garðalíð, formann í Skipara- og Navigatørfelagnum, um nýggja sáttmálan við Føroya- Reiðararfelag leggur hann dent á orðini: ”ongin siður verður vunnin uttan stríð”. Hóast drúgvar samráðingar við semingsmonnum vrakaði Føroya Skipara og Navigatørfelagið fyrsta uppskotið, hinvegin góðtók Føroya Reiðarafelag fyrsta semingsuppskotið. Tað var ikki fyrr enn semingsmennirnir løgdu eitt nýtt uppskot fyri partarnar, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag valdi at skriva undir nýggjan sáttmála. Hóast felagið metur, at munandi batar eru gjørdir í sáttmálanum, so vóru viðurskifti, sum felagið ikki fekk við í semingsuppskotið. Sum dømi um batar kunnu vit nevna hesi viðurskifti, sigur Annfinnur Garðalíð í samrøðuni um nýggja sáttmálan:

Línuskipini: Frádrátturin hjá línuskipunum sum var 350,- kr. er strikaður í sáttmálanum

Kraftblokkaskip við nót og troli: Eykaðparturin hjá stýrimani er farin úr 0,775 %. til 0,81 % Eykaðparturin hjá 2. stýrimanni er farin úr 0,5% til 0,55 % 

Trolarar á ísfiskaveiðu Javnbýtisprosentið er farið úr 26,5 upp í 27% 

Lemmatrolarar á ísfiskaveiðu Javnbýtisprosentið er farið úr 26% upp í 27% 

Trolveiða eftir ídnaðarfiski Ongin sáttmáli var hjá 2. stýrimannin, men nú er hann við í sáttmálanum, og fær 2. stýrimaður 0,15% í eykapari. 

Norðborg og Christian í Grótinum, eykapartar: Stýrimaður er farin úr 0,8% upp í 0,81% 2. stýrimaður er farin úr 0,5 upp í 0,55 3. stýrimaður er farin úr 0,2 upp í 0,25% 

Næraberg, eykapartar: Stýrimaður er farin úr 0,821% upp í 0,83% 2. stýrimaður er farin úr 0,5% upp í 0,60% 

Frystilínuskipini: Frádrátturin sum var 350 kr. pr. dag er strikaður Javnbýtisprosentið sum var 37%, tað er nú 40%

Hetta var so tað hesuferð. Og tað vit ikki náddu nú, ja tað muga vit fara eftir næstuferð. Sigur formaðurin í Føroya Skipara og- Navigatørfelag.