Áhugaverd framførsla av Áldubárini og Annfinni í Atlantis
Ein ummælari gav honum og Áldubáruni gav honum fult stigatal fyri framførsluna í Havn. Hesum kunnu vit taka undir við eftir fullsetta Torraframførslu í Atlantis í kvøld.
Framfrørslan øll, bæði leikliga og tónlistarliga og ikki minst týðingin hjá Dániali Hoydal vóru framúr.
Áskoðararnir sótu naglabundnir í fimm korter og lýddu á og tóku til sín av listaligu framførsluni í kvøld í mentanarhúsinum Atlantis.
Áldubáran hevur áður verið í Klaksvík. Hvørjaferð hevur tað verið hugtakandi og á einum høgum støðið. Tí var tað enn forvitnisligari tá yrkisleikarin Annfinnur Jacobsen, sum dagliga arbeiðir í Odense, kundi vísa síni kynstur á Torradøgum. Tí kunnu vit bert taka undir við ummælaranum við at geva framførsluni fult stigatal.




