Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika aftur í Fólkaflokkin?

Danial Viðoy

Sum vp.fo skilir, so hava samráðingar verið millum Anniku Olsen og Fólkaflokkin, um at hon møguliga fer at koma aftur í flokkin.

Sum vp.fo skilir, so hava samráðingar verið millum Anniku Olsen og Fólkaflokkin, um at hon møguliga fer at koma aftur í flokkin.

Vágaportalurin (vp.fo) skrivar, at “tosað aftur og fram millum partarnar nú í eina tíð“.

Tað var annars satt rumbul stutt eftir seinasta løgtingsval, tá ið Annika Olsen vendi Fólkaflokkinum baki til gagns fyri Framsókn og sum forkvinna í fíggjarnevndini. Men í eini handavending takkaði hon fyri seg, bæði í Framsókn og í fíggjarnevndini.

Nú hevur “politiska flytingarvindeyga” ligið í dvala í eina tíð, men nú røkist aftur fyri broytingum. Í løtuni bendir á, at Annika Olsen fer at gera eitt partapolitiskt “comeback”.

Livst, so spyrst!