Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika bitið høvdið av allari skomm!

Eyðun Mohr Viderø

Annika er kjølfest í fólkaflokkinum sum tingkvinna og landsstýriskvinna. Sostatt hevur hon verið við til at mynda politikk floksins-á hægsta og næsthægsta støði-!

Annika er kjølfest í fólkaflokkinum sum tingkvinna og landsstýriskvinna. Sostatt hevur hon verið við til at mynda politikk floksins-á hægsta og næsthægsta støði-!

Nú skilja vit, at hon hevur verið ónøgd við Jørgen Niclasen sum floksformann og leiðara, og tí bjóðaði hon Jørgen av um formanssessin fyri tíð síðan, men hon tapti. Ærligt spæl.

Vit hava síðan ikki hoyrt um hetta frá hennara síðu, og tá val varð útskrivað at fara fram 01. september, so var Annika ein partur av valevnunum, og vit sóu hana í sjónvarpinum saman við Jørgen verja fólkaflokspolitikk.

Alt hetta førdi til, at Annika varð vald við rættuliga nógvum atkvøðum.

Øll vit, ið meir ella minni hava verið við til at hongt valplakatir upp, hava eisini stríðst fyri Anniku, og hildu okkum hava gjørt tað nóg væl.

Tá Annika við partvís okkara hjálp hevði fingið fótin inn um tinggátt, so boðar hon frá, at hon vil ikki longur vera ein partur av okkum og tingmanning fólkafloksins!

Nú siti eg eftir við undarligum ráka í munninum. Og tankin er ikki fjarur: Hevði hon verið hóskandi evni sum formaður og leiðari, eftir at tú nú kennir persónin nærri?

Henda annars skilagóða kvinna er nú farin at gambla við vælvild og áliti hjá føroya fólki, so her skal nógv nógv til, áðrenn hon aftur klárar at byggja upp eitt veruligt álit!

Hin spurningurin til mín kann vera: Ert tú meðni nøgdur við fólkaflokkin við Jørgen sum formanni eftir alt, ið komi er fram?

Hartil er at siga, at eg velji fólkaflokkin, og er nakað galið við Jørgen ella øðrum, so kann eg ikki velja annan flokk, tí so eri eg vísur í, at eg fái ikki tann politikk, ið eg ynski!

Tí eg eri borgarligur sjálvstýrismaður!

Eyðun Mohr Viderø