Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika Hoydal á Summarfestival

John William Joensen

Hon hevur lagt rødd til eina langa røð av kendum sangum, og nú skal hon fyri fyrstu ferð spæla á landsins størsta tónleikafestivali

Hon hevur lagt rødd til eina langa røð av kendum sangum, og nú skal hon fyrifyrstu ferð spæla á landsins størsta tónleikafestivali

Annika Hoydal hevur síðani sekstiárini verið virkin sum songkvinna, sjónleikariog tónaskald. Tá ið tað snýr seg um tónleik, hevur hon lagt rødd til einaørgrynnu av sangum, sum flest allir føroyingar kenna.

Hon var songkvinnan hjá Harðaliðnum, sum spældi saman í mong ár, og seinnuárini hevur hon spælt saman við Jógvani Dahl, sum eisini var partur avHarkaliðnum, og Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen. Tey hava havt fleiriframúr góðar framførslur á konsertum og festivalum heima og burturi.

Og nú er tíðin komin, at Annika Hoydal fer á landsins størsta pall at framføraallar sínar kendu sangir. Annika Hoydal og bólkur hennara spæla á SummarFestivalinum, sum verður hildin í Klaksvík dagarnar frá 8. til 11. august.