Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika Olsen úr løgtinginum í dag

Tórshavnar Kommuna

Annika Olsen hevur boðað Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, frá, at hon fer í farloyvi úr løgtinginum frá í dag at rokna.

Annika Olsen hevur boðað Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, frá, at hon fer í farloyvi úr løgtinginum frá í dag at rokna.

Í brævinum, sum er stílað løgtingsformanninum, skrivar Annika Olsen soleiðis:

– “Undirritaða skal hervið boða frá, at eg fari í farloyvi úr Tinginum frá týsdegnum 17. januar at rokna.

Tann 1 jan. 2017 tók undirritaða við starvinum sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eftir míni sannføring er tað ikki politiskt skynsamt at sita sum fulltíðarsettur borgarstjóri og samstundis sita í Løgtinginum.

Eg vil nýta høvið at takka øllum tingfólkum og umsitingini í Løgtinginum fyri eitt gott og gevandi samstarv og takka fyri tíðina mær var unt at sita á Føroyar Løgtingi.

Somuleiðis ein tøkk fyri at hava havt tann framíhjárætt at tæna Løgtinginum í tveimum umførum í landsstýrinum.

Við ynski um gott og konstruktivt samstarv millum land og kommunur okkara borgarum at frama.

Annika Olsen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu