Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri

Jóhann

Frá 16. til 21. januar er Karl Johansen, borgarstjóri, burturstaddur, og tí er Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í hansara stað.

Annika S. Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024.

Annika er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum.

Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung.