Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ansið eftir okkum á landsvegunum hetta vikuskifti

Jóhann Lutzen

Team Rynkeby súkklarar eru á venjingarlegu, sum liður í fyrireikingunum at súkkla til Paris í juli mánaði

Team Rynkeby súkklarar eru á venjingarlegu, sum liður í fyrireikingunum at súkkla til Paris í juli mánaði

Endamáli við hesi venjingini, er at royna at verða á súkkluni dag um dag, í fleiri dagar á rað.

Súkklararnir byrja í dag, fríggjadag í Havn. Súkkla verður til Vestmanna, síðan til Gásadals, og so aftur til Sørvágs.

Leygardagin verður súkkla úr Sørvági til Saksunar, so til Selatræ, og so út á Toftir.

Sunnudagin fara súkklararnir av Toftum til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og enda í Tjørnuvík.

Endamálið við Team Rynkeby, er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum.

Vit súkkla, tí at vit vilja gera okkurt gott fyri okkum sjálvi, samstundis sum vit gera nakað gott fyri onnur. Tað vit gera gott fyri okkum sjálvi, er at fáa eina stóra uppliving í stuttligum felagsskapi, at koma í venjing og súkkla til Paris. Tað vit gera gott fyri onnur, er at savna pening til børnini.

Vit vóna at tú ansar eftir okkum á vegnum. Vit koma náttúrliga at fylla á vegnum hesar dagarnar.

Myndin er tilvildarlig.