Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ansingarsamsýning

Eyðgunn Samuelsen

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um:

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um:

1. Ætlar landstýriskvinnan at broyta lógina um ansingar samsýning ?

2. Um ja, hvørjar vera broytingarnar ?

3. Nær kann væntast at møguligar broytingar verða lagdar fyri løgtingi ?

Eyðgunn Samuelsen hevur hesar viðmerkingar til spurningin:

Sambært galdandi lóggávu, so ber til at fáa samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, um tann ansaði er fyltur 67 ár og hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru. Hetta merkir, at viðkomandi hevur brúk fyri hjálp, umsjón og umsorgan alt samdøgrið. Endamálið við hesi samsýning er, at geva møguleika fyri at eldri óhjálpin kunnu vera verandi heima heldur enn at fara á røktarheim, um familjan og viðkomandi ynskja tað.

Ynskir ein persónur at gerast ansari, so metir Almannaverki um viðkomandi er førur fyri at átaka sær ansingaruppgávuna. Ansarin má ikki hava annað lønt arbeiði í størri mun. Vegleiðandi ikki meira enn 20 tímar um vikuna. Hevur ansarin arbeiði við síðuna av ansingini, má trygd vera fyri, at onnur eru í húsinum, sum kunnu vera um tann óhjálpna, meðan ansarin er til arbeiðis.

Vantandi búpláss, ella at tað ikki finst eitt nøktandi tilboð, til persónar ið bera brek, kann hava við sær, at familjan kann hava ynski um at ansa viðkomandi heima. Trupulleikin er, at skipanin við ansingarsamsýning bert umfatar ansing av persónum, ið eru 67 ár og eldri.

Spurningurin er, um politiska skipanin ynskir at broyta lógina soleiðis, at heimild verður givin til at ansa til dømis, fólki ið bera brek, og eru yngri enn 67 ár heima. Fíggjarliga skuldi hetta ikki verið ein trupulleiki, tí kostnaðurin fyri eitt búpláss er munandi hægri enn ansingarsamsýningin.

Hinvegin eigur ein skipan sum henda ongantíð at koma ístaðin fyri tilboð sum røktarheimspláss, búpláss ella onnur tilboð ið eldri og óhjálpin hava tørv á. Tí er spurningurin eisini, um landstýriskvinnan ætlar at broyta lógina, um tað eiga at gerast aðrar broytingar enn bert at lækka aldursmarkið fyri tey ið kunnu gera brúk av skipanini

Á løgtingi tann 29 januar 2014

Eyðgunn Samuelsen

løgtingskvinna