Á heimasíðuni hjá Dimmu í kvøld hevur blaði tíðindi um at Jákup Mikkelsen, býráðslimur, brúkti hóttanir fyri at koma ígjøgnum tunnilin fyri stuttum
Sambart høvuðsstaðarblaðnum skal Jákup Mikkelsen hava brúkt hóttanir ímóti ungum vaktarmanni hjá Ansni sum var á vakt hendan dagin í Norðoyatunnlinum.
M.a. skal varaborgarstjórin hava sagt at tað kundi fáa persónligar avleiðingar fyri starvið hjá vaktarmanninum um hann ikki slapp gjøgnum tunnilin.
Ansni avsannar tíðindini
Helgi Justinussen, stjóri í Ansni, sigur við Norðlýsið í kvøld at einki hald er í søguni í Dimmalætting.
Hann sigur at eingin av starvsfólkunum hjá Ansni hevur verið fyri hóttan frá Jákup Mikkelsen.
– Vit hava kannað tíðindini til botns og gera í løtuni eina frágreiðing til NCC um tilburðin, men eg kann siga somikið, at tað als ikki hava verið nakrar hóttanir frambornar ímóti vaktarmanninum.
– Eg vil ikki siga meira um málið fyrr enn vit hava sent frágreiðing til NCC.




