Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ansvein hitti Bamse í Jyllandi

John William Joensen

Fyrr í ár var Ansvein Sigurðsson boðin til Danmarkar at síggja bóndagarðin hjá systkinabarni sínum Sigurði.

Sigurð, vitsti at Ansvein hevði stóran áhuga fyri danska bólkinum Bamses Venner og tí hevði Sigurð bílagt atgongumerki til eina konsert har Bamses Venner luttóku.
Eini 3000 fólk vóru til konsertina og Ansvein sigur at konsertin var ein stór uppliving fyri hann.
Men tað størsta av øllum var tá høvið beyðst at heilsa uppá Bamse.
Fleiri høvdu roynt at sleppa at heilsa uppá Bamse uttan úrslit. Men gentan hjá Sigurði gjørdi eina roynd og fór til ein av fyrireikarunum av konsertini og segði honum at ein maður var komin allan vegin úr Føroyum, bert fyri at hoyra Bamses Venner og at hann ógvuliga gjarna vildi sleppa at heilsa uppá Bamse.
Tað eydnaðist. Ansvein Sigurðsson var boðin inn at heilsa uppá Bamse og Bamse var sera vinarligur og spurdi Ansvein hvat hansara størsta ynski var.
Ansvein segði at tað var at fáa eina mynd av teimum báðum. Tað var lag á manni og Ansvein fekk bæði heilsa uppá Bamse og eisini myndina við til Føroyar.
Tað var ein glaður Ansvein Sigurðsson, ið fór aftur til Føroyar.