Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anton Olsen bjargaði 4.004 flóttarfólkum

Bókasavnið við Løkin

Anton Olsen, sáli var kapteinur á danska skipinum Claru Maersk, sum bjargaði 4.004 vietnamesarum á havinum í 1975, tá Saigon fall í Vietnamkrígnum.

Anton Olsen, sáli var kapteinur á danska skipinum Claru Maersk, sum bjargaði 4.004 vietnamesarum á havinum í 1975, tá Saigon fall í Vietnamkrígnum.

Sum tað síðsta tiltakið á mentanarvikuni Skýming í Runavík í ár, verður hátíðarhald og minnisvarði reistur til heiðurs fyri Anton Olsen og tað bragdið, hann framdi í 1975.

Hátíðarhaldið verður komandi sunnudag 25. oktober, og sær skráin soleiðis út:

Kl 17.00 í Rituvík:
Minnisvarði verður avdúkaður og talur bornar fram.

Kl 19.00 á Bókasavninum við Løkin og í Løkshøll:
Myndaframløga, talur og drekkamuður.
Vitjan úr Vietnam

Tríggjar systrar, sum vóru bjargaðar og nú búgva í Danmark, koma til Runavíkar og luttaka í hátíðarhaldinum. Ein teirra hevur skrivað bók um hendingina, og leggur bókina fram.
Bókin kann keypast fyri 149 krónur.

Eitt stutt filmbrot er á netinum, har tíðindafólk tosa við Anton um stóra bragdið. Brotið kann síggjast niðanfyri: