Mikudagin 30 mai var móttøka á apotekinum á Fornagørðum, tá Any Nielsen, eftir nærum 29 ár fór frá sum apotekari.
Í 1977 tók Any yvir sum leiðari á apotekinum, eftir at Torkil Dahl eitt stutt skiftið hevði haft hetta starv.
Any Nielsen er útbúgving farmaseutur (cand. pharm) frá Danmarks Farmaceutiske Højskole í Keypmannahavn í 1969. Eftir hetta arbeiddi hon, sum provisor á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn í tvey ár. Seinni sum provisor á Jarnbaneapoteket í Sønderborg. Eftir hetta fluttu hon til Klaksvík, har hon tey fyrstu árini hevði starvsheitið deildarleiðari, men frá 1983 tilnevnd apotekari.
Øll árini Any hevur starvast sum apotekari í Klaksvík, hevur hon ongan sjúkradag haft. Í øllum hennara arbeislívið, hevur hon bert verið sjúk nakrar einstakar dagar, men hevur tað passa soleiðis, at hon ikki hevur haft vakt hesar dagarnar.
Nú Any ferð úr starvinum sum apotekari, ætlar hon sær, saman við manninum Eilif, at hugna sær heima, at ferðast og annars at takast við ymiskt, hon ikki hevur haft stundir til.




