Kringvarpssavnið verður bjargað. A. P. Møller Fonden stuðlar SavnsGulli við fimm milliónum krónum
SavnsGull er komið væl ávegis, og nógv tilfar er bjargað. Játtanin á figgjarlógini er 900.000 kr. árliga til verkætlanina SavnsGull. Nógv er longu komið burturúr, og heilt fitt av útvarpspartinum er bjargaður við hesari játtan. Ein skattur, ið nógv longu hava fingið gagn av, har tey kunna hoyra og síggja brot og sendingar, m.a. á kvf.fo og facebook, ið ríkar okkara samleika.
Játtanin á fíggjarlógini hevur tó ikki rokkið til at bjarga sjónvarpspartinum í Kringvarpssavninum.
A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal hava nú játtað 5.000.000 kr. til at talgilda sjónvarpspartin. Ein játtan, ið fer at bjarga sjónvarpspartinum.
Við játtan frá A. P. Møller Fonden og almennari játtan fer alt savnið at vera bjargað í 2021.




