Góðan morgun: Ja, ikki øllum heiminum hóast alt. Men Apple hevur í hyggju at fáa tamarhald á húskinum við gera alt samalt sera ”snilt”. Í løtuni mennir Apple eina skipan, ið fer at kunna fjarstýra ljósinum og trygdarskipanum í heimi okkara.
Góðan morgun: Ja, ikki øllum heiminum hóast alt. Men Apple hevur í hyggju at fáa tamarhald á húskinum við gera alt samalt sera ”snilt”. Í løtuni mennir Apple eina skipan, ið fer at kunna fjarstýra ljósinum og trygdarskipanum í heimi okkara.
Okkara snildi og tøkniligi heimur: Apple arbeiðir í løtuni við, at gera ’Iphonina’ so snilda, at hon kann fjarstýra ljós og trygdarskipan í heimum okkara. Til dømis fer telefonin at megna í gjøgnum signal, at tendra ljós í húsinum, tá ið eigarin kemur til hús. – Skjótt verða færri kontaktir neyðugar í húsinum.
Hetta skrivar Financial Times.
Tað er hørð kapping á økinum. 2. juni verður ”World Wide Developer Conference” í San Francisco. Her ætlar Apple at vísa, at enn eru teir førandi á tøkniliga marknaðinum; og at teir eru eru mentir at kappast við Google og Samsung.
Ætlanin við hesi menningini kemur í kjalarvørrinum av tí nýggjasta, sum Google er komið við. Google er komið við termostatorum og roykalarmum, ið eru knýttir at internetinum. Eisini er hetta eitt aftursvar til Samsung, ið er komið við ’smart-home’ vørum sum køliskápi, vaskimaskinu og sjónvarpi, ið verður fjarstýrt frá snildfon og uri.
Tað er talan um rættiliga harða kapping innan tøkniliga og snilda økið. Tað eru tríggir risar á økinum, og tískil er væntandi at skjótt hendir okkurt framstig á økinum.
Eldraøkið í Føroyum er eitt mál, ið tykist trupult at fáa bilbugt við. Men við tí tøkniliga, ið mennist so skjótt, verða tey eldru allarhelst longri og longri heima, tí fyrr ella seinni fara tey gomlu at snakka seg til handils ella á vesi.




