Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Apple ger innrás í bilin

Danial Viðoy

Góðan morgun: Tað er ikki nokk við einum teldubretti, snildari telefon og snildum uri. Nú skal ein snildur skíggi eisini í bilin. Tað verður ein snildur bilur.

Góðan morgun: Tað er ikki nokk við einum teldubretti, snildari telefon og snildum uri. Nú skal ein snildur skíggi eisini í bilin. Tað verður ein snildur bilur.

Tøkni: Apple kunnger nú tað nýggjasta, sum verður kallað fyri Car Play. Car Play er ein stemmustýrd skipan, sum hevur beinleiðis samband við telefonina.

Tað vil so siga, at tá ið tú setur teg í bilin við tíni Iphone, knýtir tú snildu telefonina til Car Play skíggjan og 1-2-3, so er skíggin at síggja á ’bilskíggjanum’.

Skíggin er stemmustýrdur, til tess at bilførarin ikki skal órógvast í meðan hann koyrir, fortelur Apple. Um tað er rætt at siga tað soleiðis, kunnu vit ivast í. Ístaðin fyri at trýsta á skíggjan, kann førarin nú tosa við snildu tólini.

So kann Jóhan Dahl, landsstýrismaður, t.d. í bilinum á vegis til arbeiðis, biðja telefonina ringja til strandferðsluna uttan at trýsta á nakran knøtt. – Ella kanska hann verður noyddur at trýsta á kortini.

Enn ber bert til at snakka við Apple-vørur á enskum, men Apple hevur í hyggju at fáa fleiri tungumál í hendan skaran. Fyrr ella seinni verður føroyskt mál eisini umboðað.

Kelda: dr.dk