Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ár 2013 – uttan ljós og vatn?

Jákup av Skarði

At SEV hevur síni hendiligu óhapp, er ilt at gera nakað við, men tá er gott at vita, at Tórshavnar kommuna roynir at bøta um fylgjurnar.

 At SEV hevursíni hendiligu óhapp, er ilt at gera nakað við, men tá er gott at vita, atTórshavnar kommuna roynir at bøta um fylgjurnar.

 

Í Nólsoy ersoleiðis skipað, at vatnið verður steðgað, tá ið eingin streymur er at reinsavið. Hetta er keðilig støða at standa í. Sjálvsagt er tað irriterandi at missavatnið, men álvarsligari verður støðan, um vit hugsa at einki vatn er atsløkkja eld við.

 

Nú er taðtíbetur soleiðis, at brann-postarnir í bygdini eru knýttir at eini skipan, ið”fer uttanum” og harvið eigur at tryggja okkum nóg mikið av vatni atsløkkja við.

 

Harafturathavi eg frætt, at í fyrru helvt av 2013, verður sett upp skipan, ið tekur við,tá ið SEV dettur út. Skipanin tendrar eina lítla løtu eftir, at streymurin erburtur, og tryggjar bygdarfólkinum harvið gott – og reint – vatn.

 

Hetta var eittvalagn eg nýtti – og eg ynski at fylgja tí upp. Vón mín er, at vit kunnu takatað fyri fult: “Skipanin er virkin í fyrru helvt at 2013”.