Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áramálsseting skal tryggja útskifting og góðsku

John William Joensen

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur ikki at umsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu er ov lítil til at hava tríggjar av fýra ovastu leiðarunum áramálsettar.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur ikki at umsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu er ov lítil til at hava tríggjar av fýra ovastu leiðarunum áramálsettar.

Trý av fýra ovastu leiðslustørvunum í Klaksvíkar Kommunu verða nú áramálssett og skulu setast fimta hvørt ár. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim sigur at hetta verður gjørt fyri at tryggja eina ávísa útskifting í ovastu leiðsluni .

Við at hava ovastu leiðarastørvini í umsitingini áramálssett er trygd fyri at ávís útskifting verður í ovastu leiðsluni. Harvið tryggjar man at tað til einhvørja tíð eru tey best skikkaðu fólkini sum manna ovastu leiðsluna. Hetta fer samstundis at føra við sær at tað verður meira atkomiligt hjá fólki sum flytur heim úr útlandinum við góðari útbúgving at søkja topp leiðarastørv í Klaksvík.

Men hetta er í øllum føri ein roynd fyri at skapa meira dynamik í umsitingina og tað ber altíð til at broyta áramálssetingina og fara aftur til gomlu skipanina um ein vil tað.

Klaksvíkar Kommuna hevur eina inntøku sum liggur um 160 mió. kr. um árið so eg haldið ikki at man kann siga at vit hava eina lítla umsiting.

Tey fólkini sum nú verða sett í starv kunnu eisini søkja størvini aftur um fimm ár og um tey hava verið nóg dugnalig so er einki sum forar fyri at tey kunnu halda fram í starvinum.

Sambært borgarstjóranum er hetta seinasti partur í umfatandi bygnaðarbroytingunum sum undanfarna býráð setti út í korti og hóast fleiri tillagingar eru gjørdar í mun til upprunaligu ætlanina so ferð nýggi bygnaðurin at virka við fullari kraft í august ella september.