Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða á fleiri víðvøllum í senn

John William Joensen

Føroya Løgmaður, umsitingin í Tinganesi og í Fiskimálaráðnum arbeiða á fleiri víðvøllum í løtuni.- Umframt at arbeitt verður viðs sjálvum gerðarættarmálinum so royna vit at fáa stuðul úr øðrum londum og í hesum sambandi arbeiða vit tætt saman við Íslandi sum hevur uppá tað harðasta fordømt atgerðirnar hjá ES. Eisini verður roynt at fáa Russland at finnast at ES og teir hava víst stórt forstáilsið fyri Føroysku støðutakanini.

Føroya Løgmaður, umsitingin í Tinganesi og í fiskimálaráðnum arbeiða á fleiri víðvøllum í løtuni. Umframt at arbeitt verður viðs sjálvum gerðarættarmálinum so royna vit at fáa stuðul úr øðrum londum og í hesum sambandi arbeiða vit tætt saman við Íslandi sum hevur uppá tað harðasta fordømt atgerðirnar hjá ES. Eisini verður roynt at fáa Russland at finnast at ES og teir hava víst stórt forstáilsið fyri Føroysku støðutakanini, sigur Føroya Løgmaður.

– Tað at vit hava tikið eina greiða støðu um at vit finna okkum ikki í at ein felagsskapur sum ES skal diktera hvussu vit umsita okkara egna tilfeingið í okkara egna sjóøkið, hevur fyri fyrstuferð skapt altjóða virðing og viðurkenning og hevur samstundis sett Føroyar á heimskorti. Eg má eisini verð púra erligur og staðfesta at vit heldur ikki í danska systeminum hava fingið neyðugu virðingina – men nú lurtar altjóða samfelagið eftir føroysku sjónarmiðunum.

– Vit ynskja eina samráðingarloysn við ES men vit vilja ikki finna okkum í at fáa nakrar breyðmolar tá hini londini eru liðug við at samráðast, sum vit so mangan áður hava latið okkum.

– Á fundum sum eg havi havt við danska forsætisráðharran og danska uttanríkisráðharran hevur tað verið púra greitt fyri øllum at hetta málið undirstrikar tað sum eg havi fyrr sagt at neyðugt er við broytingum í Ríkisfelagsskapinum.

– Men vit mugu ansa okkum at hesar broytingar ikki verða stýrdar av einkultum málum tí vit hava júst havt eitt bankamál har samstarvið í ríkisfelagsskapinum riggaði fram úr væl. Og tað verða broytingar gjørdar.

Arbeiða á nógvum víðvøllum

Føroya Løgmaður og umsitingin í tinganesi arbeiðir á nógvum víðvøllum í løtuni.

– Umframt at arbeitt verður viðs sjálvum gerðarættarmálinum so royna vit at fáa stuðul úr øðrum londum og í hesum sambandi arbeiða vit tætt saman við Íslandi sum hevur uppá tað harðasta fordømt atgerðirnar hjá ES. Eisini verður roynt at fáa Russland at finnast at ES og teir hava víst stórt forstáilsið fyri Føroysku støðutakanini.

Harafturat royna vit alla tíðina at fáa føroysku sjónarmiðini út í altjóða miðlum og her tikist áhugin fyri føroysku sjónarmiðunum at verða sera stór. Seinastu dagarnar havi eg tosað við BBC, P1, RUV, Politikken, Algesera og baði franska og týska tíðindastovur og harafturat skal eg í komandi viku í DR2.

– Eingin ivi er um at hetta málið hevur sett okkum á heimskortið og vit hava longu nú fingið altjóða viðurkenning og virðing fyri okkara støðutakan.

– Hetta snýr seg um prinsippir og hetta hevur sera stóran týdning fyri okkara framtíð sum ein fiskivinnutjóð – at vit verða vird sum ein samráðingarpartur og at vit fáa viðurkenning fyri at tað eru vit sum avgerða og samráðast um hvussu verður fiskað í okkara egna havøkið.

Sambandsflokkurin stendur samdur

Spurdur um viðmerking til útsagnirnar hjá fólkatings umboð Sambandsflokksins har hann var sera avgjørdur um at einki skal broytast í ríkisfelagsskapinum, svar Løgmaður.

– Eg havi onga viðmerking til tað niðurgerðing av mínum persóni sum Edmund Joensen er komin við hvørt hvartal síðan eg bleiv formaður i flokkinum. Hann má verða einasti persónur sum ikki sær trupulleikan í at føroysk skip um eina góða viku verða burturvíst úr donskum havnum. Eg kann bara vísa á at tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum stendur allur aftan fyri tað støðutakan sum landsstýrið hevur tikið í hesum málinum – har vit krevja okkara rætt.

– At landsstýrið og løgtingið hevur staðið saman um okkara sjálvsagda rætt at ráða yvir okkara egna tilfeingið hevur fyri fyrstu ferð skapt virðing og viðurkenning fyri Føroyum í altjóða samfelagnum,

Harleyfacadeacryl